Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hjálp til sjálvhjálp

2020-05-06 15:44

Nú vit hava verði vitni til, at land okkara hevur ligið meir ella minni í andaleypi í skjótt 2 mánaðir grunda á Corona smittuna er tað gleðiligt, at man nú hevur ætlanir um at opna uppaftur, spakuliga.Tað eigur tó at gerast við stórsta varsemi. Fyri vanliga borgaran tykist tað eitt sindur hugstoytt at hoyra, at mynduleikar og fakfólk ikki tosa sama mál ísamband við upplatingina og hvussu fram skal farast.

Vit hoyra mynduleikar siga eitt og onnur fakfólk eitt annað,um hvussu tryggast og best er at gera.Tey fakfólk sum vit vanliga hoyrdu og sóðu á skerminum í byrjanini av Corona smittuni,hoyra vit snøgt sagt einki, ella sera líti til longur. Hví man tað verða?

Tænastuvinnan øll sum hon er,fyri ikki at tosa um náttarlívið liggur í andaleypi og rópa neyðarróp um støðuna og er tað skilligt, tá eingin inntøka er.

Vit hoyra okkara løgmann úttala seg um, at tað ikki verður eitt krav, at ferðafólk sum koma inn í landið skula í sóttarhald, men at tað verður tilmælt, hetta tí at vit byggja á álit millum borgarar. Alt gott um álit, tað skula vit sum útgangspunkt eisini hava sum mál, men í hesum tíðum er ikki ráðiligt at gambla. So seint sum á tíðindafundinum í morgun vísti Pál Weihe enn einaferð á,at stórsti smittuvandin eru tey fólk sum koma uttanífrá til landi, so tað átti at verði upplagt,at tvungið sóttarhald verður innført fyri hesi. Hendan gongdin kann vera sera vandamikil fyri herbúgvandi borgarar,kanska serliga gomul, sjúk og veik. Spurnartekin kann setast við um okkara mynduleikar røkja sínar skildir til lítar,sum hóast alt eisini er at verja borgararnar í landinum.Tíð,um bert ein av hesum uttanífrá komandi ikki virðir tilmæli, men fer út í samfelagið, kann tað um illa vil til, enda við, at viðkomandi smittar fleiri, við teimun avleiðingum tað kann hava á fólk og vinnulív, ja landi alt,soleiðis at tiltøk aftur muga setast í verk fyri at tálma smittuni,sum helst kann gerast verri en áður.

Hendir tað, er tað jú ein katastrofa fyri nógv.

Tí eiga mynduleikarnir av álvara, at umhugsa støðuna enn einaferð. Tað hevði helst eisini verði ein vinn vinn støða fyri okkara bløðandi vinnulív.

Um kravt sóttarhald verður innført fyri fólki sum koma inn í landi, kundi mann opna samfelagið uppaftur og harvið vildi vinnulívið kunna komi í gongd aftur, um enn við niðursettari megi,men tó so, at tey høvdu kunna ivirliva. Vanliga fólki hevði aftur farði at gjørt brúk av teimun tænastum, sum okkara vinnulív hevur at bjóða, og føroyingar kundu hildi feriu í egnum landi so alt í alt,ein vinn vinn støða fyri samfelagið.

Vh

Eli Brimsvík