Hjá mær verður tað Listi E

2012-10-18 21:26

Hjá mær verður tað Ungdómurin og Mentanarlívið í Klaksvík sum vera míni hjártamál !

Ungdóminum, er nakað ið ein kommuna altíð eigur at standa stinn og arbeiða hart fyri. Kommunan skal á ein hvønn hátt tað er gjørlig at ugga ungdóminum at fara út at arbeiða, út at vera sosial, út at læra og út at elska.

Vit kenna tað flest øll at børn og systkin sita inn og hyggja í sjónvarpið, spæla teldu, spæla play station o.a. hettar sær út fyri mær at vera ein sera dapur lívsháttur og har eru flest onnur samd við mær, ikki sigi eg at kommunan skal gera sum arbeiði at fáa tey til arbeiðis men kommunan hevur til skyldu at kunna borgarum (foreldrum o.ø.) teirra um hvat arbeiði er, og at fáa foreldur at taka annað skinn um bak og fáa børnini til arbeiðis ella at vera sosial, so tey ikki durva og keða seg dagin langan!

Mentanin er nakað ið ikki hevur veri raðfest nóg høgt tey seinastu áriðuni. Klaksvíkar kommuna skal eitast fyri at hava raðfest dans, sjónleik, list, heimavirking, fornminni og sjómansskap, men eg síggi ikki nakað serligt arbeiði innan fyri hesi økir tó undantikið Sjómannskapinum, tað skal sigast tí at Sjómannadagurin er eitt stórt tiltak hjá okkum øllum í Klaksvík.

Men meir sær tað út til at vera hinvegin, tá ið skerjingar vera gjørdar av mentirnar tilskoyti serliga hugsið eg her um hvussu tað hevur veri hjá mær sjálvum í ungdóms árum, dans minnist at tað var lognbrá men tað lukkaði skjótt eftir at eg byrjaði at ganga har, og síðan tá síggi eg ikki nakran stuðul ella vegleiðing vera givna fyri at opna eitt nýtt høli fyri tey ungu.

Jú Húsið er har fyri tey ungu nú, men tað er eisini úrsliti av einum mótmálsgongu í var fyri nógvum árðum síðani, eg minnist sjálvur hvussu tað var at vera ungur og ikki hava nakað at far til.

List sigur kommunan seg raðfesta høgt eisini, men sum ein vanligur borgari havi eg ikki sæð nakað til tað tey seinastu áriðuni, fyri mær sær tað út sum at listamaðurin/kvinnan sjálvi mugu finna sær hølir til framsýningar. Her hevur kommunan sjálv nøkur hølir ið vera brúkt til mentarnar viðurskiftir men vildi mest týðandi broytingar ikki sæst best um vit løgdu meir dent á okkara hølir í longu vera brúkt til endamálið ? Nú verður hugsa um mentarnarhúsið Atlantis, ósa skúlin, norðoya listafelag o.o.

Hvussu kunnu hesir mentarnar karmar broytast tá ið man gongur somu leið sum so nógv ár frammanundan? Jú stuðul og vegleiðing til mentanar deildina hevði ikki veri langt burturfrá, tá ið tað nú sær út sum um tað ikki hevur veri gjørt í langa tíð.

Høvdu øll hesi ting veri her, so hevði mentanarlívið blomstra, har í ungdómur og mentan livdu í harmony