Hitt lovaða landið – spælilandið!

2012-11-07 21:15

Aktivitetstilboð til foreldur, børn, abbar, ommur, gubbar, gummur, systkin v.fl. Handilskjarnin hevur staðið at kalla manntómur nú í eina evigheit, og gálva út í tóman heim – mitt í gongugøtuni – til onga sum helst nyttu. Um vit skulu hava lív í miðbýin, og hava tilboð til allar samfelagsborgarar samstundis, so eigur kommunan at gera íløgu í eitt spæliland.

Spælilond eru sera væl móttikin í okkara grannalondum, og fólk hava sera stórt gagn av teimum. Eitt spæliland ið hevur hoppiborgir, kúlubað, klatriveggir, rutsjibanar, bóltspøl, minigolf o.a. hevði verið sera hent at havt í handilskjarnanum. Eitt idéelt høvi hjá fólkið ið hava fríð, at fara við børnunum.

Ein slík íløga er relativt bílig. Raksturin ber seg sjálvan, og er tískil útreiðsluneutralur. Hetta skapar trivnað, arbeiðspláss, nøktar tørvir, og gevur lív í miðbýin ! Tórshavnar kommuna er full av møguleikum – tað ræður bara um at gera teir til veruleika !

Hetta hevði komið flestu borgarum í kommununi væl við, og hevði skapt eina deiliga harmoni mitt í okkara deiligu Havn.


Heini Magnussen, valevni hjá lista A, í Havn