Hitamiðstøð og dálkingarvandi

2012-10-24 17:22

Ætlanin við eini hitamiðstøð við Klingruna í Hoyvík, er ikki nýggj, men hevur verið frammi nú í fleiri ár.  Spurningurin er,  um hon nú er ov gomul og ótíðarhóskandi, og at vit í dag, nú vit skriva 2012, hava aðrar og betri skipanir, sum - uttan dálking,  nøkta tørvin á orkuveiting. 

Eigarafeløgini, sum vara av, og sum eru tættast við økið, ið er sett av til hitastøð í Hoyvík, hava gjørt eitt risa arbeiði fyri at lýsa avleiðingarnar av at byggja slíka støð. Tølini siga alt og eingin ivi er um, at vandin fyri dálking er til staðar – og tað í ríkiligt mát. 

Eftir fundin um hettar mál í gjárkvøldið, siti eg eftir undrandi. Er tað veruliga so, at almenni mynduleikin, ið skal tryggja okkum móti dálkingarvanda, ikki hevur verið sína uppgávu vaksin? Og hvat um ikki eigarafeløgini Inni á Gøtu og Hoyvíkshædd høvdu havt neyðuga dirvi, førleika og árræði til sjálvi at gera kanningar og aðrar lýsingar av støðuni - hvat so ?

Høvdu vit so í dag havt eina dálkandi hitamiðstøð millum hús, barnagarðar og stór arbeiðspláss í Hoyvík?

Nei, kenslan er ikki góð -  vóni, at hetta verður eitt eindømi og at almenni mynduleikin, sum skal tryggja borgaran móti dálking og heilsuvanda, rópar varskó beinanvegin, tá slíkt verður sett á skrá.

Ein stór tøkk til eigarafeløgini sum seinastu árini áhaldandi hava arbeitt við at vísa á dálkingarvandan. Haldi ikki, at tað er nakar, ið eftir sera væleydnaða fundin í gjárkvøldið, fer at arbeiða fyri eini hitamiðstøð eftir fyriliggjandi leisti. 

Eg taki í hvørt fall ikki undir við hesum!

Eitt nýtt Býráð eigur at hjálpa til og virka fyri eini betri loysn.