Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hevur umhvørvisstovan yvirtikið SEV?

2021-04-11 08:43

Tá Ari Johannesen frá Umhvørvisstovuni segði, at teir koyrdu víðari, sjálvt um ein kæra hjá SEV lá inni,  skurraði tað í mínum oyrum. Nú skal Vindrøkt takast frammum útbyggingarnar hjá SEV,  knýtast inná netið hjá SEV, ið skal útbyggjast fyri yvir 100 milliónir fyri at klára móttøkuna, harumframt gjalda 21 oyru fyri kwht, alt blakað út til brúkaran at gjaldað, og einum nýtist ikki at dugað lítlutabel fyri at roknað út, at skal SEV keypað orku frá øðrum veitarum og samstundis gjaldað lánini aftur, fyri teirra  útbyggingar, má prísurin hækka, um útbyggingarnar vóru rættar ella skeivar er eitt annað mál. SEV hevur veitingarskyldu, tað hava hini feløgini ikki, so minsta krav til nýggju veitararnar má verða, at teir bera ein part av kostnaðinum, sum útbyggingin kostar. Vit mugu minnast til, at brúkarin hevur lagt lunnar undir og goldið fyri hesa útbygging øll hesi árini, og at tað nú skal borðreiðast á einum silvurfatið, sigur alt um hesa samgongu og tess arbeiðshátti. Sjálvandi skulu vit hava grøna orku, men tá samgongan áleggur Umhvørvisstovuni at broyta útbyggingarætlanirnar hjá SEV, byrjar tað at luktað av onkrum, og tað undrar ongan um partísoldáturin, hjá Fólkaflokkinum, á Eiði, noktar útbyggingini hjá SEV, so passar alt sum fótur í hosu hjá samgonguni, og niðurbræðingin av SEV er byrjað. Hvør hevur givið Ara Johannesen boð ella heimild til at takað útbyggingarleiðaran hjá SEV av ræðið?