Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hevur Jenis etið bláseym?

2019-08-10 16:12

Eitt av høvuðsevnunum í valskránni hjá Miðflokkinum er at broyta hjúnabandsl ó gina, so at r ætturin at giftast verður tikin frá samkyndum. Og hann ætlar sær at fáa Javnaðarflokkin at taka undir við broytingini.

Eg væntaði og vónaði, at vallyftir sum hetta loksins v ó ru ein farin tíð. Tí nú eru Føroyar endiliga komnar inn í nútíðina við eini broyttari hjúnabandsl ó g, sum gevur samkyndum tey sjálvsøgdu menniskjarættindi at kunna giftast. Men vei mær! Framvegis mugu samkynd, teirra avvarðandi og alt Føroya f ó lk leggja oyra til homofobiskar útsagnir frá hví tum, priviligera ðum monnum, sum royna at tvíhalda um, at vit skulu hava eitt land, sum útihýsir heilum b ó lkum av menniskjum.

Eg kann ikki svara fyri allan Javnaðarflokkin, men eg ivist st ó rliga í, at komandi javnað arumbo ðini á tingi taka undir við eini slíkari útihýsandi og fordømandi broyting. Fyri mí tt vi ðkomandi kemur tað sjálvsagt ikki uppá tal.

Men nú vita vit so, at Mi ðflokkurin og F ó lkaflokkurin ynskja at broyta hjúnabandsl ó gina, um teir (!) f áa møguleikan eftir løgtingsvalið.

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið