- Hevur fótbólturin í Havn fyrimun?

2012-11-08 22:50

Petur Skeel Dahl og eg eru á sama lista. Hann stríðist fyri góðari søk, tí hann vil bøta um karmarnar hjá ítróttarfeløgunum.


Hann skrivar í dag um hallarleigu:


Fótbóltsfeløgini  hava eina frálíka skipan. Kommunan byggir vøllirnar, síðani fáa feløgini tey ókeypis til láns.


Flestu aðrar ítróttargreinar skulu gjalda hallarleigu. Kommunan tekur eitt ávíst gjald fyri hvønn tíma feløgin brúka hallirnar.


Hetta má og skal broytast. Allar ítróttargreinar skulu hava somu, frálíku skipan sum fótbólturin.


Tað er rætt, at fótbóltsfeløgini ikki gjalda fyri nýtslu av vallunum. Men í Havnini gjalda tey fyri raksturin av felagshúsunum, sum tey eiga og sjálvi reka.


Eg ivist ikki í, at ein samanbering av húsarakstrinum hjá fótbóltsfeløgunum við hallarleiguna hjá hinum ítróttargreinunum skjótt hevði víst, at fótbóltsfeløgini gjalda nógv meira enn hini feløgini.


Veruleikin er tann, at fótbóltsfeløgini í Havn klára ikki at viðíkahalda ognirnar, sum farast.


Varð alt javnsett, soleiðis sum Petur Skeel Dahl kundi hugsað sær, so átti kommunan fyrst at yvirtikið ogn og harvið ognarrakstur av felagshúsunum hjá fótbóltsfeløgunum og síðani kravt leigu fyri húsarúmd og vallarleigu.


Um fótbóltsfeløgini høvdu tikið undir við slíkari loysn, veit eg ikki, men skal nakað rættast, so má alt rættast.


Kommunali myndugleikin skal sjálvsagt eisini taka atlit til, hvussu treytirnar hjá fótbóltinum uttanfyri Havnina eru.


Annars haldi eg, at umstøðurnar hjá øllum ítróttargreinum áttu at verið soleiðis, at inntøkurnar, sum feløgini sjálvi skaffa sær og við vælvild frá stuðlum fáa fatur á, áttu at farið til at hækka ítróttarstøðið, t.d. til venjarar og betri útgerð heldur enn til hallarleigu ella húsarakstur.


Finnbogi Arge, valevni Fólkafloksins til kommunuvalið