Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hesum vil eg arbeiða fyri

2019-06-24 22:14

Løgtingsarbeiðið er eitt týdningarmikið starv, sum eigur at takast í størsta álvara.

Ongin keta er sterkari enn veikasta liðið. Tí er tað av alstórum týdningi, at okkara norðurlendska vælferðarsamfelag verður varðveitt, og hesum borgar javnaðarhugsjónin fyri.

Mínar starvsroyndir innan skúlaverkið, og sum virkin kommunalpolitikkari, hava givið mær innlit í fleiri samfelagsøki, og hetta fer at hjálpa í einum møguligum løgtingsarbeiði.

Skalt tú røkka politiskum málum, er tað neyðugt at lurta eftir ymiskum áskoðanum og áhugabólkum, áðrenn tú kemur við tínum egnu grundgevingum og tekur endaliga støðu. Tað verður ikki lurtað nóg væl, tá borðreitt verður við øðrum ella øðrvísi hugsanum. At duga at lurta og samstarva er ein dygd, ið altíð eigur at vera tilgongdin.

Eg ynski ein javnan vøkstur um alt landið, har allir borgarar veita sítt íkast til eitt samhaldsfast samfelag. Pláss skal vera fyri øllum.

Skúlaverkið, heilsuverkið og almannaverkið virka best, um vit brúka skattapeningin til tær vælferðartænastur, sum vit mangan taka fyri givið. Virðingin fyri námsfrøði, undirvísing, sjúkrarøkt, heilsu og eldrarøkt skal hækkast.

Fyri at nevna nøkur mál úr rúgvuni av ítøkiligum málum, so má fólkaskúlin raðfestast hægri komandi valskeið. Játtan fólkaskúlans svarar als ikki til tey krøv, sum verða áløgd starvsfólki skúlans. Hetta geldur eisini serskúlaøkið. Skulu vit hava ein góðan fólkaskúla, krevst hægri játtan á fíggjarlógini, og skilagóð átøk mugu gerast. Tað er m.a. hesum, ið eg vil stríðast fyri á tingi.

Støðan hjá fólki við sálarligum avbjóðingum er heldur ikki nøktandi. Batar eru gjørdir, men enn er langt á mál. Her má setast meira orka inn at skipa økið, soleiðis at tey fáa somu virðiligu kor sum aðrir borgarar í landinum.

Skal vinnan leggja langtíðarætlanir eru góðir karmar og haldføri ein treyt, og her mugu batar henda.

Vit eiga eisini at tora at tosa um kommunala útjavning, og at tora at staðseta almennar stovnar út um landið, har møguleiki er fyri tí. Landsmyndugleikar og kommunur eiga í felag at loysa bústaðarneyðina í landinum og semjast um grønar orkuloysnir, tá bygt og umvælt verður. M.a. hesum fari eg at arbeiða fyri.

Jóhannis Joensen,
valevni hjá Javnaðarflokkinum
til løgtingsvalið 2019