Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hesi mangla eitt trygt og gott heim!

2019-08-29 12:39

Takk og innilig áheitan á Anniku Olsen, borgarstjóra

Bústaðarneyðin í høvuðsstaðnum er stór, og tað er at gleðast um, at borgarstjórin saman við býráðnum og umsitingin hjá kommununi hava tikið hendan trupulleikan í álvara. Vit vilja takka kommunalu politikarunum og umsitingini hjá kommununi fyri ta professionellu viðgerð, sum okkara verkætlan frá fyrsta degi hevur fingið. Vónandi halda tit fast í, at vit í felag finna eina loysn fyri tey mongu sum hava søkt um eina íbúð.

Tað, at vit hjá MARK hava fingið 183 umsóknirnar um leigubústað undir Kongavarða, er sanniliga eisini eitt prógv um at neyðin er stór. Øllum kunnugt, hevur verkætlanin 94 leigumál, so allir umsøkjararnir verða tíverri ikki hjálptir við hesi verkætlanini einsamallari.

Millum umsóknirnar sum MARK hevur móttikið eru umsóknir frá m.a. einligum mammum og pápum, sum í dag mangla tak yvir høvdið. Ungar barnafamiljur, sum ynskja at flyta heim til Føroya. Eldri pør, sum ynskja at selja, fyri at koma tættari at sínum børnum og barnabørnum undir Kongavarða og einkjufólk, sum í dag sita í ov stórum húsum. Felags fyri øll hesi er, at tey ynskja eitt trygt og gott heim at búgva í eitt longri tíðarskeið, uttan óttan fyri at verða uppsøgd í ótíð.

Niðanfyri eru 30 tilvildarligar søgur út av teimum 183 umsóknunum, sum umsøkjararnir sjálvir hava skrivað, tá tey søktu um íbúð á www.mark.fo. Vit hava tó sett X við navn, aldur v.m. fyri at verja leigararnar.

1. Eg eri 4X ára gomul og havi fast starv. Í løtuni búgvi eg í einum lítlum kamari sum hoyrir til arbeiðsgevara mín. Eg leigaði í einum kjallara, men húsini blivu seld. Eg havi tveir dreingir, sum ikki kunnu búgva hjá mær vegna mína bústaðarstøðu. Bæði foreldur míni eru farin og havi ikki familju ið kann hjálpa mær. Við vón um vælvild.

2. So deiligt at síggja at hetta projektið er sett í verk. Eg søki við vón um eina av teimum størstu íbúðunum til mín og mínar døtrar. Eg eiti XXXX, eri 2X ár og starvist fulla tíð í móttøkuni XXX. Tað er av størsta týdningi fyri meg at kunna bjóða mínum børnum eitt trygt og gott stað at vera, og hesin møguleikin hevði uppfylt ein stóran tørv hjá okkum, og givið okkum róð og stóra gleði. Gleði meg at frætta aftur frá tykkum!

3. Eg eri einligur pápi, og havi eina dóttir, sum er X ára gomul. Eg havi starv, har eg arbeiði við menniskjum. Í longri tíð havi eg havt trupult við at funnið nakran bústað. Eg vóni at hoyra aftur frá tykkum.

4. Eg eri 2X ár, eri einlig mamma við 3 børnum á X, X og X ár. Eg eri útlærd xxx. Í løtuni búgvi eg heima hjá mammu míni í Havn við børnunum, hetta av tí, at tað er nærum ómøguligt at finna nakað at leiga í Havn. Børnini ganga á stovni, og tann elsta fer í skúla í summar. Tí er neyðugt hjá mær at leiga okkurt í Tórshavn, Hoyvík ella á Argjum.

5. Vit eru eitt par við 2 børnum, sum eru í øðiligari bústaðarneyð. Eg búgvi í XXX og arbeiði í Tórshavn. Daman hjá mær er búsitandi í Havn, í einari lítlari íbúð, har tað tíverri ikki er pláss fyri okkum øllum. Vit eru 2X og 2X ára gomul, hava bæði fast starv í Havn. Børnini eru X og X ára gomul og ganga bæði í barnagarði í Havn.

6. Eg eri 4X ára gomul og fyritíðarpensjónistur. Eg eri einlig og sera friðalig, og fari væl um. Tað hevði glett mítt hjarta at fingið eina íbúð frá Mark, eg eri heimleys og havi leita leingið eftir einum heimi, uttan eydnu. Tað er sera ringt at finna nakað at búgva í, í Tórshavn til ein sámuligan prís. Tykkara íbúð hevði passað perfekt til mín. Eg ynski tí størru íbúðina, soleiðis at míni elskaðu børn og vinfólk kunnu koma at vitja. Eg vóni og ynski at fáa eitt heim sum skjótast.

7. Hey. Eg og familjan, sum telur meg, maka og tvey børn, ynskja at flyta til Føroya, men vit mangla ein bústað. Tí síggja vit hetta sum ein góðan møguleika hjá okkum fyri at fáa ein bústað. Vit hava búð í Keypmannahavn í meira enn 10 ár og halda at tíðin er komin at venda nøsina heimaftur. Vit hava bæði lisið meðan vit hava verið í Danmark.

8. Vit eru kona og maður ið nærkast eftirlønaraldri og ynskja at seljara okkara sethús, ið nú eru ov stór til okkara tørv. Vit vilja fegin búgva á Argjum. Okkara eftirkomarar búgva undir Kongavarða og við Klingurtjørn. Vit ynskja eina 90m2 íbúð ovast.

9. Eg eri pensjonerað. Eg havi áður búð á Argjum í mong ár, og kundi hugsað mær at komið út aftur á Argir. Í løtuni búgvi eg í kjallaranum hjá XXX. Eg eigi vaksin børn og ynski at hava møguleika at hýsa ommubørnum, tá tey koma á vitjan. Eg eri einkja.

10. Eg verði liðugur á HF í summar og havi búð á Mark síðani 2017. Eg eri friðarligur og fari væl um.

11. Eri einlig ung kvinna sum havi verið búsitandi í einari kjallaraíbuð i Havn - somu ibúð tey síðstu uml 8- 9 árini. Havi fasta inntøku og havi starvast eftur førimuni - havi ein frens men ongin børn.

12. Eg vil søkja um eina íbúð at leiga frá tykkum eg eri 6X ára gomul og leigi í kjallara í xxx, vildi fegin fingið eina langtíðar leigu íbúð, kundi eisini verði á Marknagil um tað eru tær størstu.

13. Vit eru eitt par, sum eru 4X og 5X ár. Vit ynskja eina langtíðarleiguíbúð við 3 kømurum. Sum nú er, fara vit til Danmarkar vegna manglandii bústað men ynskja at flyta heimaftur um vit finna nakað at búgva í. Vit hava fastar inntøkur – eg eri fyritíðarpensjónistur og fái hægstu pensjón. Maðurin hevur fast arbeiði.

14. Eg eri ein friðarligur 3X ára gamul maður, ið búgvi til leigu í Havn. Leigumálið verður uppsagt skjótt, og tí leiti eg eftir føstum búðstaði at leiga. Eg havi fast starv, og gjaldi sjálvsagt til tíðina.

15. Vit eru eitt tilkomið par, ið býr í Danmark. Vit hava í fleiri ár ynskt at flyta heim til Føroya, men hevur tað verið trupult at finna ein bústað. Vit meta, at íbúðirnar undir Kongavarða eru akkurát tað vit leita eftir. Vit fara væl um, og hvørki roykja ella drekka.

16. Eg eri ein kvinna upp á 4X ár. Útbúgvin lærari og arbeiði á XXXX, har eg havi fast fulltíðarstarv. Í løtuni búgvi eg til leigu privat, men eg ynski eina meira støðuga bústaðarloysn. Eg havi hvørki mann ella børn og búgvi sostatt fyri meg sjálva. Komandi íbúðirnar undir Kongavarða síggja sera spennandi út.

17. Eri einsamøll, 6X á og eri í ferð við at selja húsið hjá mær í XXX. Fyribils leigi eg privat í Havn. Eg vil búgva í Havn, tí har búgva míni børn, og at leiga passar mær betur enn at eiga. Rokni við, at 60 fermetra íbúð vil verða fínt hjá mær.

18. 3X ára gomul støk mamma at einum X ára gomlum drongi. Í løtuni búgva vit í eini eittverilsisíbúð, men hava brúk fyri 2 verilsisíbúð skjótast gjørligt – hastar! Eri skrivstovulærd og havi Hægri Handilsskúla prógv.

19. Eg eri ein 2X ára gomul kvinna við einum barni uppá X mánaðir. Eg vil gjarna søkja um íbúð hjá tykkum. Eg royki og drekki ikki, larmi ikki og havi ongin djór. Planurin hjá mær er at fara í skúla at fáa mær eina útbúgving sum heilsuhjálpari. Eg havi gingið í HF í Keypmannahavn, har familjan hjá mær býr.

20. Eg eri 5X ár og eri einsamallur. Eg eigi 3 børn, sum eru X, X og X ára gomul. Tey búgva hjá mammuni. Eg havi fast starv hjá XXX í Tórshavn, og rógvi út tá møguleiki er til tað. Núverandi bústaður er eitt kamar á 12 fermetrar.

21. Vit eru ein lítil familja á fýra. Genta X, drongur X, maðurin 2X og eg sjálv 2X. Vit fara undir útbúgving í Føroyum og arbeiða viðsíðurnarav. Vit eru komin í eina støðu at vit mugu búgva heima hjá mammu mínari. Tað hevði tí verið fantastiskt at sloppi leiga eina familjuíbúð frá Mark, so at vit aftur kunnu liva sum ein vanlig familja. Vit hava eingin djór og roykja og drekka ikki. Vit fara væl um og gjalda tað vit skulu til tíðina.

22. Eg eri 7X ára gomul. Vegna sølu av húsunum, sum eg leigaði í 9 ár bleiv eg heimleys. Hetta var í XXX 2018. Eg búgvi inni hjá XXX har eg sovi á einari madrass inni í kamarinum hjá XXX. Eg eri friðarlig, røkin, fari væl um og gjaldi til tíðina. Eg havi eingin húsdjór. Eg drekki ikki. Eg eri ein trúgvandi kona. Tað hevði glett meg sera nógv at hoyrt aftur frá tykkum.

23. Eg eri í løtuni heimleysur og búgvi annaðhvørt í bilinum ella leigi hotelkamar. Eg eri illa gongdur, so tað er ikki so heppi við trappum, so um tað kann lata seg gera, so hevði tað verið gott við eini íbúð niðarlaga. Eg eri 4X ár, fyritíðarpensionistur úr Tórshavn, eg fari væl um, eri friðarligur, ordiligur og nærlagdur.

24. Eri XX ára gamal fyrrverandi lækni. Eri einsamallur, men havi nógvar interessur. Eri friðarligur, havi ikki húsdjór, royki ikki, eri púra frískur enn og klári meg sjálvan gott og væl. Orsøkin til, at eg søki um eina íbúð, er, at eg búgvi hjá privatfólki (í kjallaranum), men man veit jú aldrin, um man verður uppsagdur av einihvørjari orsøk, so tí vildi eg fegin havt nakað fast undir fótum, har eg veit, at eg ikki verði uppsagdur, um eg annars uppføri meg væl. Um tað er annað, tit vilja vita, so er bara at senda ein mail. Eg kundi hugsað mær eina íbúð við 2 kømørum, so til ber at hava gestir sovandi onkuntíð.

25. Hey tit. Til lukku við verkætlanini. Eg eri 3X ára gamal, og búgvi í løtuni í einari lítlari íbúð á XXX. Støddin á íbúðini er 39 kvm, og er tað alt ov lítið. Men sum tit vita, so eru bústaðarmøguleikarnir í Havn sera avmarkaðir. Støðan hjá mær er ikki líka ring sum hjá t.d. einligum mammum, og øðrum, ið lána tak frá øðrum at sova undir, men eg ynski at fáa eina størri íbúð, og lata hesa til onkran, ið er í bústaðarneyð. Eg havi góða inntøku, og havi ongar trupulleikar at gjalda. Í løtuni eri eg stakur, og ynski ikki at keypa hús ella íbúð, fyrr enn eg finni betri helvtina.

26. Søki íbúð saman við sjeikinum hjá mær. Eru fyri nøkrum mánaðum síðani flutt heim til Føroyar eftir loknan lesna í Danmark. Búgva í løtuni til leigu í eini kjallaíbúð í Havn. Vilja gjarna búgva í einum leigubústaði, har tað er sikkurt, at vit sleppa at langtíðarleiga.

27. Eg eri 3X ár. Eg leigi privat, men vil gjarna finna eina meira trygga og varðandi loysn. Eri í føstum starvi hjá XXX. :-)

28. Eg eri 5X ára gomul og búgvi privat til leigu og kundi hugsað mær at fingið eina meira trygga loysn. Eg vil fegin søkja um eina C ella D íbúð, av tí at eg havi børn, sum framvegis búgva heima.

29. Eg eri ein 3X ára gomul einsamøll mamma, við einum 1x ára gomlum autistiskum soni, sum hevur stóran tørv á einum støðugum bústaði. Eg eri útbúgvin XXX.

30. Eg eri 3X ára gamal og havi ein X ára gamlan son, sum eg havi í minsta lagi annaðhvørt vikuskifti (og annars mest møguligt, umframt tað). Eri uppvaksin og havi altíð búð í Havn, so tað hevði verið óført um til ber at fáa bústað antin í Havn ella tætt við. Og har er Undir Kongavarða jú "as close as it gets" :)

Omanfyri umrøddu persónar ynskja at vera dulnevndir, av tí at teirra persónliga støða skal ikki gerast partur av tí neiliga kjakinum, sum hevur verið seinastu tíðina.

Vónandi kann hendan lýsing vera við til at geva tykkum og almenninginum eina fatan av bústaðartørvinum. Tey ynskja bert at hava ein tryggan og fastan langtíðarbústað.

Vinarliga
MARK