Býráðsvalevni í Havn

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

Her eru tey - 188 parkeringspláss til LS

2020-11-04 20:40

Tað skal verða nógv lættari og skjótari at seta bilin hjá øllum teimum, sum skulu á Landssjúkrahúsið.

Tí lovi eg at arbeiða fyri, at 188 parkeringspláss verða gjørd framman fyri LS. Nú er nóg nógv tosað.

Fakfólk hava tí eftir áheitan gjørt hetta lidna uppskotið, sum loysir trupulleikan við fáu parkeringsplássunum med alla.

Hetta hevur skund, og tí fari eg - fái eg undirtøku til býráðsvalið - at seta arbeiðið ígongd beinanvegin.

Stendur tað til mín, sleppur tú av við bilin og parkeringsbøturnar um akkurát 1 ár.

Alt ov fá parkeringspláss eigur ikki at vera ein trupulleiki hjá starvsfólkum, sjúklingum og avvarðandi. Hetta er ein trupulleiki hjá kommununi - eisini hóast Landið varðar av LS.

Nú skal kommunan taka um endan og fáa parkeringsplássini gjørd. Tað er tó rímiligt, at Landið rindar ein part av kostnaðinum.

188 nýggj parkeringspláss loysa trupulleikan. Og tað er upplagt at gera hetta nú, tá ið annað arbeiði eisini verður gjørt beint við. Arbeiðið kann gerast fyri minni enn 12 mió. kr, og parkeringsplássið verður gjørt grønt bæði við trøum og grønum undirlagi.

Høgni S. Reistrup
býráðsvalevni í Tórshavnar kommunu