Helle hermir!

2013-04-22 15:05

Danska stjórnin hjá Helle Thorning Schmidt hevur í dag boða frá, at tey eru vorðin samd um eina vakstrarætlan, hvørs endamál er, at skapa fleiri túsund arbeiðspláss í Danmark. 

Hetta verður millum annað gjørt við at rationalisera almenna geiran. Skotið verður upp, at skerja SU-studningin við 2,5 milliardum krónum. Broytingin kemur sjálvandi at ávirka fíggjarstøðuna hjá teimum lesandi, tí tey fáa færri pengar frá statinum. Tá tað er sagt, so varð danska stjórnin somuleiðis samd um, at lesandi sleppa at vinna 2.500 kr. meir um mánaðin. Inntøkumarki økist úr uml. 9.000 kr. til 11.500 kr. um mánaðin, áðrenn studningurin verður mótroknaður. Við øðrum orðum: tað er liðugt við forsyrgjarasamfelagnum. Framyvir skal tað loysa seg at arbeiða í lestrartíðini! 

Hetta er sjálvandi at fegnast um, tí danska stjórnin ásannar nú, at tað framyvir skal loysa seg at lesa og arbeiða í senn. 

Tað er bara harmiligt, at stjórnin ikki ger sum ABDH samgongan, tí vit hækkaðu inntøkumarki við kr.10.000. Úr 10.000 kr til 20.000 kr. um mánaðin, áðrenn studningurin verður mótroknaður við 10%. Tað eru 7.500 kr. meir um mánaðin, enn vinstravenda stjórnin hjá Helle Thorning Schmidt. 

Føroyar 

Tað eru fleiri, ið lesa í Føroyum, sum hava starv viðsíðuna av lesnaðinum. Tað var eisini orsøkin til, at vit broyttu lógina. Hetta hevur somuleiðis nakað við miðalaldrin á Setrinum at gera, tí tað eru fleiri, ið hava hús og heim at forsyrgja. Vit kunu eisini nevna, at næmingar á Vinnuháskúlanum fáa studning, men teir verða revsaðir, um teir fara ein túr til skips, tí teir missa møguliga allan studningin, tí inntøkan fer væl omanfyri 10.000 kr. fyri túrin. 

Spurningurin er, um tað er rætt, at lesandi, ið vinna stórar upphæddir viðsíðuna av lesnaðinum, fáa studning. 

Tað eru fleiri, ið eru harðliga í móti, at lesandi vinna nógvar pengar viðsíðurnar av lesnaðinum, tí tey uppáhalda, at lesnaðurin er tað sama sum ein fulltíðar-arbeiðsdagur! 

Eftir mínari bestu sannføring, so kemur tað hvørki mær ella tær við, hvussu nógvar pengar lesandi vinna. Tað skal til eina og hvørja tíð loysa seg at arbeiða. Tað skal ikki vera soleiðis, at fólk verða revsaði, um tey arbeiða viðsíðuna av lesnaðinum. Føroyar eru í einari serstøðu, tí lesandi (bæði á landi og á sjónum) hava møguleikan at vinna tíggjutalatúsund kr. uppá stutta tíð. Vansurin við mótrokningarskipanini er, at sjálvt um tú vinnur pengarnir í páska- ella jólaferðiuni, so verður studningurin mótroknaður. Tískil skulu vit hava føroyskar skipanir, ið eru tillagaðar til føroysk viðurskiftir! 

Í hesum gleðistíðum, ið eru væl stuðlaðar av vísindakanningini hjá fólkaheilsuráðnum, so kunnu vit í felag gleðast um, at danski forsætismálaráðhsrrin,Helle Thorning Schmidt, hermar eftir politikkinum hjá ABDH samgonguni! Tað er sjálvdan, at danska stjórnin leitar sær eftir íblásturi í Føroyum, so tað mugu vit eisini fegnast um!


Hanus Samró