Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heldur ongan enn vánaligan dagstovn

2021-05-06 22:04

Tað eru mørk fyri, hvat vit kunnu bjóða okkara børnum.

Tað var syrgiligt at hoyra Breddan um støðuna á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu. Sendingin lýsti og ítøkiliggjørdi støðuna sera væl fyri okkum, sum í dag ikki hava okkara dagligu gongd á dagstovni. Sjálv siti eg eftir við eini kenslu av, at stovnar nærkast mørkum, har vit ikki kunnu góðtaka støði, hvørki við atliti til tali av ella førleikar hjá starvsfólki. Vit kunnu fegnast um, at ungfólk ynskja at starvast á dagstovni – ja heilt víst geva tey stovnunum nakað virðismikið – men blaðung fólk uttan námsfrøðiliga útbúgving kunnu ikki vera tey, sum bera arbeiði á stovninum.

Kommunan er undir trýsti, tí foreldrini eru undir trýsti. Serliga her í Tórshavnar kommunu kann ein væntandi arbeiðsinntøka vera avgerandi fyri, um familjan hevur tak yvir høvdið. Tað er helst orsøkin til, at kommuna og foreldur liva við dagstovnatilboðum, vit í veruleikanum ikki eru glað fyri. Spurningurin er bara, um ikki tað tænti barninum betri als ikki at verið á stovni, heldur enn at vera á einum vánaligum stovni.

Tað er ikki nakað nýtt, at dagstovnaøkið er undir trýsti. Eitt tíðarskeið veitti man foreldrum endurgjald fyri mista inntøku, um onki stovnspláss var tøkt. Kanska er tíðin búgvin at taka ta skipanina framaftur sum eina fyribilsloysn, til vit hava loyst trupulleikan. Soleiðis kann kommunan bjóða tey stovnspláss, hvørs góðsku, hon kann standa inni fyri, og teimum, kommunan ikki megnar at veita nøktandi stovnspláss, verður rindað eitt ávíst endurgjald fyri mista inntøku.

Varandi loysnin krevur fyrst og fremst nøktandi normering og nøktandi lutfall ímillum námsfrøðingar og hjálparfólk. Møguliga er trupulleikin meiri samansettur, men vit kunnu byrja við pengunum.

Ruth Vang

Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Framsókn