Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heilsurøktarar arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi gjøgnum aktivering

2019-08-28 22:45

Gerandisdagurin á flestu heimum í eldrarøktini er soleiðis skipaður, at starvsfólkini - sum einamest eru heilsurøktarar, heilsuhjálparar ella ófaklærd - byrja tíðliga við at fáa fólk upp og í klæðir, kanska í bað og so at sita saman við hinum, sum búgva á staðnum; eta saman, práta og so framvegis. Men teir aktivitetir, sum krevja meira tíð og sum vanliga ikki kunnu koma á skrá fyrr enn aftaná tað heilt grundleggjandi innan reinføri, kost og heilivág er avgreitt, verður ikki serliga høgt raðfest. Heldur velja nógvar leiðslur at seta nógva arbeiðsmegi inn um morgunini, tá tað mesta av hesum verður gjørt og so senda eitt starvsfólk heim um miðdagsleiti, tá tað stórsta trýstið er av. Men tað er júst tá, at pláss eigur at vera fyri tí innihaldssliga og relationella arbeiðinum, sum er ein stórur partur av fakligheitini hjá fleiri heilsustarvsbólkum. Og tað hevur týdning, at tað eru tey somu starvsfólkini, ið fylgja brúkaranum út á dagin, tí tey kenna heilsustøðuna hjá viðkomandi heilt frá morgunstundini av. Tað gevur brúkaranum ein tryggleika í tænastuni, at heildarrøktin er samanhangandi og ikki verður brotin av við skiftandi starvsfólkum í stuttum vaktum. Annars verður umsorganin at meta sum eitt slag av samlibandsarbeiði, og tað er ikki serliga virðiligt fyri borgaran.

Heilsurøktarar arbeiða við aktivering, at skapa innihald í gerandisdegnum hjá brúkaranum og við hjálp til sjálvhjálp.

 

Tað snýr seg um heildarrøkt

Heildarrøkt er ikki avmarkað til grundleggjandi røkt við persónligum reinføri, kosti og heilivági. Fakligheitin hjá heilsurøktarum liggur í stóran mun í tí dagliga samstarvinum og samskiftinum við búfólkið í samband við vanliga dagliga lívsháttin; tað er alt frá at busta tenn, vaska sær, fáa sær at eta ella drekka, ganga túr, baka og vera við í sosialum samanhangum á heiminum ella aðrastaðni. Alt tað, sum sjúklingurin fyrr hevur megnað sjálvur.

Tað er her, at relatiónirnar verða bygdar upp; í baðsstøðuni, matarstøðuni og rørslu av tí slag, búfólkið megnar aktivt at taka lut í. Av øllum tí, sum heilsurøktarin ger saman við brúkaranum, eru eyðgleiðing, fyribyrging, rehabilitering og menning ein grundleggjandi partur av arbeiðinum.

Heilsurøktarar arbeiða tvørfakliga og í samstarvi við aðrar fakbólkar, men tað er skeivt at halda, at heilsurøktarar ikki eisini arbeiða námsfrøðiliga, tá stórur partur av okkara fakliga samleika er at finna í sambandinum og samstarvinum við sjúkling ella brúkara av eini tænastu, har tað, fyri okkum, í mest møguligan mun snýr seg um at halda brúkaranum til, tá tað kemur til at seta sær mál og lutmál, at vera við í tí, sum fer fram sosialt, mentanarliga og mentalt.

Tað er heilsufremjan og sjúkufyribyrging. Úrslitið er eitt gott innihald í gerandisdegnum.

 

Nýhugsan má gerast við skili

Ístaðin fyri at tosa um, at hugsa nýtt innan eldrarøkt við at fáa námsfrøðingar inn á økið fyri at taka sær av relatiónsarbeiðinum, so mæla vit í Heilsurøktarafelagnum til, at hugsað verður nýtt, á tann hátt, at heilsurøktarar verða nýttir fult út á eldraøkinum, so vit kunnu gera tann munin, okkara fakligheit er ætlað til.

So okkara fakligu førleikar ikki verða avmarkaðir til, at vit einans verða nýtt til at veita persónliga røkt, til matarstøðuna og eitt sindur til at geva og umsita heilivág. Tí okkara fakligheit er nógv breiðari enn so.

Eldratænasturnar fáa nógv meira burtur úr, tá heilsurøktarar verða gagnnýttir til fulnar, við at raðfesta relatiónsarbeiðið og gerandisrehabiliteringina, so dagvaktirnar hjá heilsurøktarum og øðrum, sum longu eru til arbeiðis í økinum, ikki verða styttar niður í okkurt stað ímillum 5 og 8 tímar, og soleiðis geva pláss til, vit kunnu veita búfólkunum eina samansetta og samanhangandi tænastu, har somu starvsfólk gera ymiskar og fjølbroyttar uppgávur, lagdar út á 8-tíma arbeiðsdagar í skiftandi dag-, kvøld- og náttarvaktum.

 

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum

Rakul í Gerðinum, forkvinna