Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Heilivágurin verri enn sjúkan

2022-06-29 15:06

Jólatíðin boðar vanliga frá friði og sømileika. Í menniskjum góður tokki, sum sagt verður. Tað besta í menniskjanum sleppur framat. Eina stund um ikki annað – áðrenn jólini drukna í alkoholi og levnaði!

Men alt jaligu tilgongdina skalt tú bara gloyma, tí tann tíðin er nú farin her á landi. Jólini 2021 vórðu avreidd á fría marknaði óvirðileikans. Óflættaskapur, svik og ósømileiki, vit áður aldri hava sæð makan til hvørki uttanvert ella innanvert tinggátt. Anarki, kaos, svik og skipað lógloysi. Hvør ger sum honum lystir uttan mun til gjørdar samgonguavtalur og samtyktir.

Aftaná hesi jólini verða Føroyar aldri aftur tær somu! Sorlaðar sundur av polittiskum óreiðileika, siðmentanarskvaldri, sviki, luski og avtalubroti - við sjálvum løgmanni á odda - loksins avreiddar sum eitt siviliserað samfelag. Jødakristna siðmenningin, sum bygdi hetta landið, er skift út við humanistiskan nýheiðinskap. Øll moralsku og etisku virði og mørk tess civiliseraða samfelagsins eru loksins fyribeind – við lóg! Ikki av einum evarskalítlum kynsliga avvíkjandi minniluta, men av polittiskum svikhálsum! Latið tey samkyndu vera, farið eftir polittikarunum! Seinast óetisku, samfelagsspjaðandi fintir Javnaðarfloksins, Tjóðveldisins og Framsókns vóru fyri í tinginum, vóru tað tveir andstøðupolittikarar sum bjargaðu ótýdligu ráðagerð teirra á gáttuni - Edmund Joensen og Magni Laksafoss! Tað er ikki farið ómerkt framvið eygum Guðs! Men hesaferð vóru tað samgongufólk sjálvi! Johan Dahl, Erhard Joensen og Annika Olsen - umvegis mentara sín Heðin Zachariasen! Eingin floksleiðsla hevur rygg til at rudda svíkjarabulina. Ein rann um bøkk og bleyta mýru til tess at finna onkran turran blett at bjarga søkkandi sál síni upp aftur á turt.

Um svik segði hin kendi Cicero (42 f.Kr.) á sinni:

«En nasjon kan overleve sine dårer, og selv de ambisiøse, men kan ikke overleve forræderi fra innsiden. En fiende ved porten er mindre formidabel, for han er kjent og han bærer sine bannere åpenlyst. Men forræderen beveger seg blandt dem innenfor porten fritt, hans lumske hvisking vandrer gjennom alle galeiene, hørt selv i regjeringens korridorer. For forræderen fremstår ikke som en forræder – men snakker i tonefallene til sine ofre, og bærer deres ansikt og deres plagg, og han appellerer til usselhet som ligger dypt i hjertene til alle mennesker. Han nedbryter sjelen til en nasjon – han jobber i hemmelighet og usynlig om natten for å undergrave pilarene i en by – han infiserer den politiske kropp slik at den ikke lenger kan motstå. En morder er mindre å frykte.»

Hann segði eisini, at ”The closer the collapse of an Empire, the crazier its laws.”

Men ikki bara tað.

Virðileikin gjørdist til hábrøgd!

Hvør skifti t.d. lásini út á skrivstovum sínum úti í Tinganesi á náttartíð á sinni? Og í kjalavørrinum á homoútflipping vinstravongsins eru politikarar nú eisini vorðnir klagaðir fyri sexismu móti kvinnum innan tinggátt!!!

Vit tosa hvørki um Vatergate ella eina og hvørja roykfylta brennivínsbulu niðast á Glíðibreytini.

Talan er um okkara høga ting!

Ein botnleys, vanærulig skomm. Hesir menn skulu lóggeva fólkinum, og ganga hvørja Ólavsøku hánasaðir skrúðgongu oman í Dómkirkjuna til tess at sýna seg bæði fyri Guði og monnum! Allir áttu teir at verðið leiddir útum brókaleysir og avbardir við koyrili og salt stroytt í sárini, so at teir aldri gloymdi tað aftur, og síðan vístir burtur úr Løgtinginum og mist sína tingløn og órímiliga høga pensiónságóðan, koyripeningin v.m., teir hava skorað sær sjálvum við egnum fulnað.

Hví heldur tú, at samfelag okkara er vorðið lóggivið upp í føvningin á LGBT?

Og kann okkara høga ting gerast meira “virðiligt” enn tað sama?

Tað kann tað saktans, tí nú eru tað tey transkyndu og onnur hinumegin náttúruhandar sum skulu framat humanistiska fatinum á tremur við “rættindum” av øllum handans slag. So, hvat verður tað næsta? Lóggilding av surrogati, kynsskifti, fleirgiftum flóttum, barnabrúðrum og halal – framtrokandi myrkursins eyðmerking aiatullanna í Mekka o.s.fr.?? Okkara einaferð so høga ting liggur ryggbrotið fyri ikki at siga okkara siðmentan, sum viljaleys letur seg brúka sum duramátta hjá LGBT og Mekka og vorðið eitt savningarstað fyri lygiandar, svikhálsar og sexsjikanu móti kvinnum innan tinggátt!!

Aðrastaðir úti í heimi missa so óvirðiligir menn straks álitissessir sínar. Neyðugt er bert at nevna yvirborgmeistara Keypmannahavnar Frank Jensen og floksformann Radikale Venstre’s Morten Østergaard v.fl., men í Føroyum fær einki fylgjur! Ein gongur tvørturímóti nakkafattur runt við lyftum høvdi, ónortin av sínum polittisku svikabrøgdum og sjoflu avrikum móti kvinnum innan tinggátt uttan at skammast yvirhøvur!

Hvussu skal so etiska lógarsmíðið verða?

Kajfinn Hammer