Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Heðin Mortensen atkvøddi sjálvur fyri at skifta ovara vøll frá fyritøkuni Laiderz

2021-04-28 21:49

Òfatuligt, at Heðin Mortensen í dogv fyrigyklar øllum føroya fólki, at hann var ímóti at brúka fyritøkuna Laiderz til at skifta ovara vøll. Tað var hann ikki. Heðin Mortensen atkvøddi sjálvur fyri at brúka Laiderz.

Heðin Mortensen fekk eins og eg og alt Tórshavnar býrað neyvt somu ráðgeving um at taka av tilboðnum frá Laiders. Harafturat varð góðkenning fingin til vega frá FIFA, áðrenn vølluriin bleiv lagdur á. Tað klaðir ikki borgarstjóranum at tváa sínar hendur á hendan hátt í eini sera keðiligari støðu. Sum politikarar eru vit ikki serfrøðingar í graslíki og tí prísgivin at líta á ta ráðgeving, vit fáa frá okkara umsiting, og ráðgevum, sum ráðgeva og vegleiða henni.

Annika Olsen,
fyrrverandi borgarstjóri