Havnin sum oljuvinnubýur!

2012-10-19 15:27

Havnin skal vera klàr til at taka ìmòti oljuvinnuni, sum eftir øllum at døma kemur at vera ein stòrur partur av føroyskum virksemi ì framtìðini

Tì er umràðandi, at vit eru kappingarfør sum kommuna við aðrar kommunur ì landinum. Sum skilst, eru millum annað eysturoyingar LANGT sìðani farnir undir eina ætlan, sum skal gera Skàlafjørðin til reiðar at taka ìmòti oljuvinnuni. Vit ì Tòrshavnar kommunu mugu taka kappingina upp við hinar kommunurnar ì landinum um jùst hetta. 

Eftir at hava arbeitt ì oljuvinnuni ì langa tìð, veit eg, at hesin vinnuvegur hevur alstòran týdning fyri tær kommunur, har arbeitt verður innan oljuvinnuna. Økini mennast við flùgvandi ferð, og arbeiðsplàss tròta ikki. Hetta virksemið skapar hòpin av nýggjum arbeiðsplàssum, stòrar inntøkur til kommunurnar, og økir nògv um trivnaðin hareftir.

Vit mugu hugsa frammeftir, hvat ið øllum viðvìkur, og eg vil gera mìtt til at Tòrshavnar kommuna ikki stendur aftanfyri nakra aðra kommunu à nøkrum øki!


Heini Havn Magnussen, alevni fyri Fòlkaflokkin í Tòrshavn