Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Havnin skal skína - og Sandvíkar dvína

2021-06-08 05:28

Tað er við sorg at síggja hvussu Kommunan fer við náttúruperlum í Kommununi.

Sandvíkar eru lirkaðar og lumpaðar, við góðum og ringum, til at gerast skjótivøllur at skjóta til máls á!

Plássi er einasta deiliga fjøra her á leið og sum var brúkt av fólki sum sálarbótaøki.

Eisini var tað fyrr brúkt sum ferðingapláss úr Kalbak tí bátur kundi leggjast trygt í Víkini Føgru. Tað navnið eigur at broytast nú onki fagurt verður har á leið.

Hevur verið natúrligt rættingarpláss síðan landnámstíð!

So finna nakrir skjótiáhugaðir at hetta plássi SKULLU vit hava til skjótiøki!

Teir fara í gongd við tí í 1983!

Tórshavnar Kommuna hjálpir til og ”kroystir” Jarðaráðið til at leiga øki til skjóting ímóti bóndans vilja!

Orsøkin var at sonevndir Oyggjaleikir skuldu vera her í 1989!

Tað var so alneyðugt at hava skjóting við og kanska vinna okkurt lítið hissini ”blikkmerki”

Kommunan stuðlaði felagnum bæði so og so.

Framá Føroyar stuðlaði við at gjalda patrónirnar við blýggi í.

Upp til 1000 skot dagliga til teir grammastu.

Jarðarráðið tryggjaði sær í leigusáttmálanum at skjótingin skuldi einans vera har til í 1989. Og skrivað stendur at í hesi tíð skal felagið finna sær annað pláss!

Eisini skuldi bóndin fáa 2500 krónur í leigu árliga, eins og væl skuldi farast um!

Onki av tí hendi! Ongin rudding og ongin leiga goldin.

Skít veri við at leigan ikki varð goldin.

Tað ringasta var at tá 1990 kom vildu teir ikki fara av plássinum!

Ja! teir stjólu økið!

Við dyggum stuðli frá Tórshavnar Kommunu.

Ongin myndugleiki kundi ella vildi steðga ørskapinum sum nógv betri kundi veri í onkrum grótbroti ella í Flatnahaga sum Kommunan fekk til at nøkta allan býartørv!

Nú er støðan hon at Kommunan hevur keypt øki!

Hevur fingið Yvirfriðingarmyndugleikan at bróta friðingarlógina frá 1970 har øll fjøra er friðað, og enntá hundrað metrar niðanfrá.

Ì hesum føri brúkti Kommunan enntá ”húsadvokatin” hjá Jarðaráðnum sum eina serliga einmans geriljadeild, tí hann kanska vildi hevna okkurt bóndin segðist at hava ábyrgd av í øðrum sambandi.

Sum advokatur hjá Jarðaráðnum átti hann at vart bóndans áhugamál!

Haldi at vit fara til endan, ella botnin sum nú er náddur!

Ítróttur kann samanberast við ”heilagu kýrnar í Indialandi”

Skjóting var fyrr til nyttu, men nú er hon ítróttur!

So er onki óført!

Vit ofra eitt fantatist øki sum liggur upp at næststórsta býi í landinum – Hoyvík!

Vit ofra plássið til nakrar fáar skjótigleðingar soleiðis at ongin annar kann brúka plássi!

Kommunan kýtir seg orduliga og hevur nú samtykt einmælt – bæði í fólkavalda býráðnum, og helst ikki minni í embætisverkinum at brúka tíggju miljónir av skattakrónum fyri at stuðla sjálvtøku, náttúruoyðing og plastikkeitring av bæði landi og sjógvi. Til samans hevur VERKÆTLANIN OYÐILEGG SANDVÍKAR kostað eini 20-25 miljónir, sum heldur áttu at verið brúktar til eini tjúgu sosialar íbúir!

Fyri ikki at tala um at halgidagsfriðurin verður skotin sundur!

Nú missa vit øll, eisini byrsumenn, møguleikan at njóta eitt friðsælt kvøld í vesturskininum í Sandvíkum!

Eitt annað serligt fyri hesa ”sonevndu” ítróttargrein er at hon verður stuðla 100 prosent!

Kommunan betalir alt! Aðrar ítróttagreinir skullu sjálvi savnað nakað av peningi sjálvar.

Men ikki skjóting: Hon er í serflokki!

Sjálvt um nakrir einkultir skjótimenn sanniliga eru og hava verið grovir við meg á ymiskan hátt, vil eg siga at eg eri væl við flestu teirra og skilji væl at teir ynskja at fáa Sandvíkar til gávu frá Tórshavn.

Men framtíðin fer at døma hetta ógvisligt!

Kanska fer ein skommstandmynd at reisast í Sandvíkum.

Ella rættari sagt:

Tað er jú hon Kommunan reypar av at gera nú!

Hanus Vang