Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Havnin er býurin, vit vilja búgva í

2012-11-02 20:51

Tað er gleðiligt at Bústaðarfelagið (gamli Húsalánsgrunnurin) hevur fingið heimildir til at veita lán og at reka leigu- og lutaíbúðir, tí tørvurin á lestrar- leigu- og lutaíbúðum er vaksin nógv seinnu árini.

 

Kommunuskúlaøkið

Vit áttu at rivið gamla kommunuskúlan niður, bygt íbúðarlonir ístaðin

og fingið eitt fyrimyndarligt umhvørvi og savningarstað fyri øll.

 

Tað er trupult hjá lágløntum, lesandi og støkum, at skapa sær eina framtíð í Havn Vilja vit at Tórshavnar kommuna skal vaksa, er alneyðugt at skapa karmar og góðar umstøður fyri borgaran at seta búgv.

Eru bústaðarumstøðurnar ikki nøktandi, velja fleiri heldur eina framtíð uttanlands, har bústaðarmarknaðurin er fjølbroyttari enn okkara.

Ein íløga í fragari bústaðarviðurskifi er ein íløga í trivnaðin. Hetta er bráðneyðugt vilja vit hava vøkstur og vælferð í Havn.

 

 

Rógvi á Rógvu

Valevni hjá Tjóðveldi