Havnin - ein sonn perla!

2012-10-18 15:43

Havnin er onki minni enn ein perla ! Hús, bygningar, býarmyndir, handlar, okkara søguliga Reyn, gøturnar, fólkini, vaglið, vágsbotn - stórtsæð alt við Havnini er praktfult! 


Vit hava nærum alt. Sjósavnið, náttúrðugripasavnið, fornminnisavnið, listaskálan, perluna, matstovur, diskotek og ølklubbar, samkomuhús, frítíðarítriv av alskyns slag, stovnar - kommunalar sum almennar, handlar og bátakeiir, ja man kundi blivið við. Her er okkurt til øll.


Tað sum er sera umráðandi er, at vit varðveita alt hetta í Havnini ! Øll tey snarálopini sum dag og dagliga koma yvir Havnina, har mett verður at stovnar, søvn o.a. áttu at blivið flutt út úr Havnini og út á bygd, mugu vit standa mannsterk ímóti ! Tað skal ONKI sum er í Havn leggjast nakra aðrastaðni í landinum, og vit mugu ávirka soleiðis at ikki meira drál verður viðvíkjandi Marknagilsdeplinum.


Tá eg hoyri orði "kommunal útjavning" síggji eg moyrreytt ! Tað skal ikki verða talan um nakað sovorði, hvørki nú ella seinni. Tað sum Havnin og fólkið ið her býr hava bygt upp, skal ongin ríva niður ! Vit eru góð við Havnina. Vit mugu standa saman og verja borg um Havnina, og borgarnum í Tórshavnar kommunu. 


Tó er onki, sum ikki kundi veri betur. Vit mugu allatíð stremba framm ímóti tí fullkomna, halda áframm við at menna Havnina, og at miðja frammímóti at nøkta allar tørvir sum borgarnir hava. Kommunan er jú til fyri borgaran - og IKKI umvent ! 


Lat okkum standa saman og seta Havnina á heimskortið, sum tann býurin har ØLL trívast !


Heini Havn Magnussen, valevni hjá Fólkaflokkinum í Havn