Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Havnin á eitt hægri støði

2012-10-09 19:52

Um vit halda fram at miðspjaða peningaligu orkuna til íløgur í býnum í tann mun, sum hevur verið gjørt, heldur Havnin fram við at vera ein bygd í einum útjaðara, sum Teitur so speiskliga syngur um. Og um Havnin er ein lítil bygd, ja, so eru allar Føroyar ein stór bygd - og so hava vit øll tapt.


Havnin er einasta stað í Føroyum, sum kann veita eitt líkinda býarkent umhvørvi. Einum slíkum eru vit nógv, sum hava tørv á. Tað er mín sannføring, at skulu vit klára okkum í kappingini við onnur lond, ja, so má Havnin vera dagførd og lyft upp á eitt væl hægri støði.

Tórshavnar Býráð tykist í mong ár at hava gloymt miðbýin - ja, faktiskt er miðbýurin fleiri ár aftanfyri onnur støð í býnum av teirri orsøk, at hann sum oftast er komin í seinastu røð, tá ið íløgur hava verið býttar út. Ístaðin fyri at hava visiónir fyri hendan býin og reka hann á framskygdan hátt hevur býráðið brúkt íløgurnar til atkvøðufiskarí. Hetta er als ikki góð býarstýring - vit hava ikki ráð til hetta, og tað fari eg - við tíni atkvøðu - at broyta.

Um vit í nøkur ár fram raðfesta miðbýin fremst, fáa vit ein veruligan bý við einum livandi býarkjarna. Hetta fer at koma øllum borgarum í kommununi til góðar, og vinnan fer eisini at verða betri sinnað at gera íløgur í býin.

Vilt tú hava, at Tórshavn skal hava eina líkinda framtíð, skalt tú atkvøða fyri mær. Tað er orsøkin til, at eg eri farin í politikk.

Leivur Thomsen, valevni fyri Tjóðveldi