Bogi er 46 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 14 ár og Nóa 9 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
Næstformaður í fjarðhitafelagnum

Hava vit gloymt Tórshavnar Golffelag ?

2016-10-30 00:31

 Var ídag ein túr úti á Glyvursnesi og hugdi at umstøðunum við golf breytina og má eg siga at eg bleiv sera bilsin av hvussu virkin hendan ítróttargrein er blivin í Føroyum.

 

Vit sum ikki ýðka hesa ítróttargrein vita ikki nógv um Tórshavnar Golffelag. Breytin liggur í friðarligum vøkrum umhvørvið goymt burtur frá resi og stressi. Har sæst bæði tað yngra og eldra ættarliði lið um lið kappast, hugnað sær og annars nýtað tað fríðtíð sum teimum er givið. Eitt golffelag sum er sprotti burturúr ongum, har eldsálir hava bygt upp ein friðstað burtur frá vanliga gerandisdegnum.

 

Tá tað so er sagt er pláss fyri at Tórshavnar Kommuna tekur uppá seg uppgávuna at verða við til at gera ábøtur og viðlíkahald á hesum trivnaðar staðið. Trivnaður er jú eitt av høvuðsendamálinum hjá kommununi og tað leggja vit nógva orku í ikki bert í orðum, men eisini í gerðum

 

Taka vit vegin út á Glyvursnes sum dømi, so skal man ikki koyra leingi á hesum vegastrekki áðrenn ein finnur útav at hesin vegur má asfalterast.

 

Somuleiðis krevur ein slík golf breyt árligt viðlíkahald og sjálvandi skal kommunan verða við til at betra um breytina hesum viðvíkjandi.

 

Golffelagið hevur verið frammi um at fáa ein 18 hol´s bana. Hettar er sjálvandi kostnaðarmikið og nær hendan ætlan verður sett út í kortið er ringt at meta um. Tað mest umráðandi fyri meg sum støðan er ídag er at kommunan er við á tí støði har breytin er ídag og harfrá eggja og hjálpa til við teimum manglum og ynskjum felagið hevur tørv á.

 

Golffelagið er komi fyri at verða og her vil eg hjálpa til, so Tórshavnar Kommuna kann verða ein jaligur viðspælari og verða við til at betra um verandi umstøður.