Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hatta var betur ósagt

2019-02-13 21:42

Orðaskiftið millum Jan Lamhauge og Johnny í Grótinum er farið í so langt av sporinum. Lítil virðing tykist vera millum partarnar. Í hvussu er; so er luftin tjúkk av ákærum frá báðum pørtum um m.a. tilætlaðar villleiðingar og manipulatiónir.

Útsøgnin um, at Jan Lamhauge hevur tørv á sálarligari hjálp var betur ósøgd. Jan er í farloyvi úr sínum starvi í KvF. Tryggasta grundarlagið undir einhvørjum orðaskifti er framvegis, at tað er eitthvørt slag av virðing millum partarnar.

Vinaliga,
Ivan Hentze Niclasen,
Stjóri, KvF