Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen,valevni fyri fólkaflokkin

Har sum hjartarúm er, er eisini húsarúm

2020-11-09 09:40

Eg ynski at verða eitt gott umboð fyri allar borgarar í Tórshavnar kommunu. Øll skulu føla seg væl í kommununi, líkamikið hvørji tey eru, tí Tórshavnar kommuna skal rúma øllum. Vel ein arbeiðsaman skilamann, ein sterkan vinnulívsmann, vel meg, tí at eg ynski at umboða teg í Tórshavnar kommunu.

 

Tað hevur týdning at vit í Tórshavnar kommunu er góð hvør við annan, tað eru nógv ymisk fólk í kommununi, og tað skal verða pláss fyri øllum. Tórshavnar kommuna er ein rúmlig kommuna, og tað skal hon framhaldandi verða.

 

Tí fari eg at heita á teg, far á val og vel meg. Tí eg ynski eina rúmliga kommunu, har øll føla seg heima í kommununi. Vel ein skilagóðan vinnulívsmann, ein sum hugsar um teg og allar borgarar í Tórshavnar kommunu.


Tórshavnar kommuna skal rúma øllum, og mítt hjartamál er greitt: EIN BETRI KOMMUNA TIL OKKUM ØLL

 

Vel meg, tí eg ynski at verða eitt gott umboð fyri teg. Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin