Grundstykkir til sámiligan prís

2012-10-22 21:32

Nógv verður skriva og tosa um alternativ bústaðir í Havnini. Millum annað íbúðir í kommunuskúlanum, men eitt sum tað komandi býráði eisini má gera nakað við er grundstykkjaprísurin, hann eigur skal longur niður.

Prísurin á grundstykkjum má ikki vera forðingin fyri at fólk seta seg niður í høvuðsstaðar kommununi. Sitandi býráð skal til ein og hvørja tíð kunna bjóða stykkir í øllum bústaðar økjum í kommununi.

Og um kommunan ynskir at varðveita bústaðar fjølbroytni , so má prísurin á grundstykkjum á teimum smáu plássunum og oyggjunum vera enn bíligari enn á “meginlandinum.” Tí lánveitararnir krevja so nógvan eginpening fyri at veita lán til húsabygging í at vanlig ungfólk ikki hætta at seta seg niður har. Sum so aftur hevur tað avleiðing at bygdirnar spakuliga blíva tómar fyri ungfólk og børn.

Vit skula ikki bara hugsa at tað er ein útreiðsla, at kommunan fer at geva grundstykkir fyri líki og lætt, nei tað er íløga í framtíðina. Íløga í framtíðarborgarar, íløga í fleiri skattgjaldarar til kommunukassan og stoppar fólka minkingini.

Eg vil virka fyri einum sámiligum grundstykkja prísi og einum enn sámiligari á teimum smærri plássinum í høvuðsstaðar kommununi.

Visjónir og handling

Karlot Hergeirsson

Valevni fyri Framsókn