Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Grønt gjald og lægri skatt

2021-02-22 18:52

Grønu avgjaldsloysnirnar, sum løgtingið hevur samtykt seinnu árini, geva ávísum bilum og hitaloysnum mvg-afturbering og avgjaldslætta. Endamálið er, at fólk í størri mun brúka el heldur enn olju og bensin. Hóast ósamd, um hvat í veruleikanum er grønt, er breið politisk semja um málið; at fremja grønu orkuskiftið. Veruleikin er tó, at tað finnast fleiri leiðir til grøna málið enn tær, sum løgtingið hevur samtykt. Tað merkir, at ikki øll sum velja grønar loysnir fáa fíggjarligan ágóða. Fleiri av hoyringssvarunum til uppskotið, sum varð samtykt í farnu viku, vístu á, at eitt nú elsúkklur og sólselluskipanir áttu at verið fevndar av mvg-afturberingini.

Við tíðini verða væntandi alt fleiri leiðir til grøna málið. Ikki øll hava møguleika at nýta jarðhitaskipan, og uppaftur onnur hava størri gagn av at skifta vindeygu ella bjálva húsini. Felags fyri hesi er, at oljunýtslan minkar, og tað er tann gongdin, vit ynskja at fremja.

Grønar orkuloysnir kosta og kunnu vera ein dýr íløga fyri brúkaran. Við at geva skattalætta og í staðin leggja hægri avgjald á olju og bensin, eggja vit fólkið at velja grønar loysnir, sum brúka minni olju, samtíðis sum brúkarin fær størri keypiorku at gera neyðugu íløguna. Menningin gongur við rúkandi ferð. Í dag fært tú elbilar, sum nøkta tørvin hjá flestøllum føroyingum til kappingarførar prísir. Við hesi loysnini gevur tú brúkaranum bæði orsøk og møguleika at velja grønt, men tað verður vera upp til brúkaran sjálvan, hvørja grøna leið, hon ella hann velur.

Ein slík loysn krevur sjálvandi nærri greining og fyrireiking til tess at tryggja, at hon rakar rætt og livir upp til endamálið. Men hon er verd at royna, um vit veruliga vilja grøna orkuskiftið.

Ruth Vang

Forkvinna í Framsókn