Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Grønt ella svart

2012-10-12 04:56

Orkumál er ein týdningarmikil samfelagsspurningur.

Samfelagið er tengt at orku. Vit brúka orku til hús, heim og arbeiðpláss, til at veita ljós og at reka vinnuna á landi og á sjógvi.

Meir enn 90% av orkunýtsluni í Føroyum kemur av innfluttum oljuúrdráttun, ið vit

noyðast at keypa til marknaðarprís, sum vit onga ávirkan hava á. Tá oljuprísirnir eru høgir, ávirkar hetta alt samfelagið og bæði vinnan og samfelagið verða dýrari at reka.

 

Efturspurningurin eftir olju er vaksandi, samstundis sum tað er vorðið dýrari og truplari at koma fram at oljuni.

Ein øgilig orka og peningalig upphædd skal til fyri at finna, útvinna og raffinera oljuna, at flyta hana um landamørk og goyma hana, áðrenn hon kemur brúkarunum til góðar.

Hetta er ein kostnaðarmikil og dálkandi loysn og alt tíðir uppá, at oljan verður upp aftur dýrari í framtíðini

 

Avleiðingar

Í dag síggja vit ógvusligu avleiðingingarnar av høgu oljiprísunum, har bæði húsarhaldið og vinna eru komin í tungan sjógv og alt samfelagið er vorðið dýrari at reka.

 

Neyðugt er at umskipa okkara orkunýtslu og skifta til varandi orku

Vindur, hav, vatn og sól eru varandi og grønar orkukeldur og eru lættari atkomiligar.

Tórshavnar Kommuna eigur í nógv størri mun at virka fyri, at vit verða óheft av dýru og dálkandi oljunýtsluni. Vit eiga at taka størri atlit og fylgja Kyoto protokollini og minka um CO2 útlátið. Vit eiga at gera tað sum neyðugt er fyri at tryggja eitt reinari umhvørvi, har vit verða meira óheft av  dálkandi oljuni.

Hetta kundi samstundis elvt til nýggjar vinnur, útvega arbeiðspláss og stimbra gransking og menning av nýggjari tøkni.

 

Grønt ella svart

Sum er, eru øll akførini hjá Tórshavnar Kommunu bensin- ella diesel drivin. Tí ber til at staðfesta at Tórshavnar Kommuna í dag dálkar umhvørvið óneyðuga nógv.

Hetta eiga vit at broyta, so flest møgulig akfør hjá Tórshavnar Kommunu verða skift til el-drivin akfør.

 

El-bilur

Ein el-bilur umsetur uml. 90% av orkuni til framdrift, har ein bensin ella dieselbilur sjálvdan umsetur meiri enn 30% av orkuni til framdrift.

Kraftin í el-bilunum er eins góð sum tann í bensin og diesel bilum.

Eitt el-akfar dálkar minni og fær meiri burtur úr orkuni og er tað tískil eisini ein fíggjarligur fyrimunur.

 

Tað eru nógv góð dømir um, at tað loysir seg at skifta til el-akfør

Post Danmark er í ferð við at skifta út til el-akfør. Taxa 35 í Dk og Yellow Cab í NY skifta stóran part av dieselbila-flotanum út við el- bilar.

PostNord hevur ein flota, ið telur einar 3000 el-akfør og er ein av størstu fyritøkum í Europa, ið brúkar el-akfør.

Tað verður granskað nógv í varandi orku og el-akførum og grannalondini eru góð fyridømi í orkupolitikkinum.

Hetta kunnu vit læra av.

 

Kommunan eigur at vera ein fyrimynd í grøna leistinum

Lat okkum fara til verka nú og í størri mun gerast óheft av oljuni við reinari og bíligari orku.

Tórshavnar Kommuna eigur at tryggja verandi og komandi borgarum eina framtíð í einum reinari umhvørvi, har kommunan førir ein tryggan og burðadyggan fíggjarpolitikk.

 

Rógvi á Rógvu

Valeni hjá Tjóðveldi