Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Støða á eldraøkinum.

2020-08-18 10:43

Sum forkvinna á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu, fegnist eg um, at latið verður meira upp fyri vitjandi og at gerandisdagurin fer at nærkast tí vanliga.

Óvissan um sjúkugongdina og óttin fyri tí ókenda, var orsøkin til sera víttfevnandi átøk, bæði á eldraøkinum og í øllum samfelagnum sum heild.

Hesi átøk og henda tilbúgving hevur verið gjørd í tveimum umførum, og hevur verið gjørd í tráð við tilmæli frá heilsumyndugleikunum og koronaráðgevingini.

Vit hava øll verið hørm um støðuna, og serliga hava vit havt torført við at góðtikið tað sum bleiv gjørt á eldraøkinum – bæði viðvíkjandi avbyrging og skerdum heilsufremjandi tilboðum.

Nú um dagarnar síggjast og hoyrast m.o. búfólk, avvarandi, Landsfelag Pensjónista og Etiska Ráðið at hava mett um støðuna. Tey eru atfinningarsom og seta spurningar um, í hvønn mun vit taka tey eldru av ræði, í hvønn mun talan er um yvirumsorgan. Hesi somu ynskja endurskoðan við hesum fyri eyga, sum beinleiðis kann hava so ringa ávirkan á lívsdygdina hjá teim eldru.

Tað er sera viðkomandi og gott, at vit hava fólk, áhugabólkar og ráð, sum traðka til og geva sítt íkast tá tað treingir til.

Sum politikari eri eg sera takksom fyri tað – tí hetta er ikki ein støða vit makta politiskt. Samstørv, vælvild, vitan og íblástur frá øllum viðkomandi síðum, er tað, ið skal til fyri at leiða okkum ígjøgnum torføru tíðina.

Eg fari eisini at nýta høvið at takka øllum starvsfólkum, bæði fyriskipan, leiðslum og starvsfólkum, sum av heilum hjarta og fullum huga tóku og taka uppgávuna á seg.

Við vón um, at vit lagaliga kunnu ganga betri tíðum ímót.

Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini í Tórshavnar kommunu.