Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gourmet-alilaksur

2020-02-29 18:27

Tað eru ikki hissini lovorð Helgi Abrahamsen, umhvørvis – og vinnumálaráðharri, hevur at geva alivinnuni nú ráðstevna verður hildin. Virkisøkið hjá vinnuni er á firðunum og sæst har púra greitt hvussu væl tað gongur hjá hummara, kraklingi, igulker, øðu og øðrum skeljadjórum. Hummaramenn norðanfjørðs hava mestan givið skarvin yvir við veiðuni, ið er minkað niður í so at siga einki, og menn, ið seta gággulínu á Vágsfirði, fáa so at siga bara evju upp av botni.
Seiðabergið er manntómt og verður seiður fingin á firðunum er hann hvørki djóra- ella mannaføði. At seiður er mest heilsugóði fiskurin, ið nokk man hava hildið mangan føroyingin á lívi, hevur ikki nakran tídning meira, tí menn spenna seg út, taka initiativ, hugsa stórt og øðrvísi, sum Helgi Abrahamsen tekur til.

At Michelinkokkar servera alilaks á KOKS man nokk verða rættuliga ivasaamt – sjalvt um nakrir sonevndir gourmet-kokkar velja at selja sína sál fyri ali-mammon heldur enn at rætta ryggin og vísa virðing fyri dygdar ráðvøruni úr sjónum. Just tann leikin valdu íslendskir gourmet-kokkar fyri stuttum har teir tóku seg úr felag teirra í mótmæli móti niðurlagingini av íslendsku náttúruni – og villa laksastovninum. Í Skotlandi sæst sama gongd har villur laksur so at siga ikki er at finna, sum í BC-Canada har alivinnan er við at forkoma villa laksastovninum, og við tí taka føðina burtur hjá bjarnum, úlvi og fleiri fuglasløgum.

Hvussu støðan er her í landinum á sjógvi og landi sæst avbera væl. Sjófuglurin hevur tað vánaligt tí føðin ikki er at finna, meðan laksurin er fyri álvarsligum bakkasti. Sjósílini hava tað neyvan frægari, og kunnu roknast við at hvørva heilt vegna stóru mongdirnar av laksalús.

At heimsins bestu matstovur keypa alilaks úr Føroyum, skal nokk eisini takast við stórum fyrivarni, tí, sum í matvøruhandlum, verður alilaksurin frámerktur sum villur laksur. Kundin og keyparin veit ikki betur tá marknaðarføringin er sum best ber til - sum NON-GMO stuntið hjá Bakkafrost.

Amerikanska ahugafelagið Oceana kannaði laksavørurnar í matstovum og handlum í Virginia, Chicago, Washington D.C. Og New York, og kundi staðfesta at 69% av marknaðarførda villa laksinum var alilaksur. Og heldur ikki er óvanligt at síggja ”heilsuserfrøðingar” við uppskriftum til gourmet-døgverðan við sonevndum vistfrøðiligum alilaksi.
Allar snildir verða brúktar og hópurin av handlangarum er stórur og innan allar bólkar – frá kokkum til maknaðarfyritøkur, heilsuráðgevar og til politikkarar, ið stutt eftir at hava lýst tey 17 ST-heimsmálini til burðardygga menning, liggja skerflatir fyri alistjóranum við einum vínara og snikutum alilaksabita millum fingrarnar.
Nei, Helgi Abrahamsen, alivinnan í Noreg er sera illa fyri har einans 59milliónir alilaksar hvurvu úr framleiðsluni í 2019 vegna sjúku og við at ríma, og har aðrar 40 milliónir reinsifiskar, ronkilsi o.a. doyði í aliringunum. Fiskasjúkurnar økjast støðugt og verða meira og meira álvarsamar við sjúkuelvandi virussmittu, soppi, maðki og álvarligum heilsubrekum fyri fiskin.
Nýtslan av lúsabasingarevnum er broytt nakað tí skaðaárin á náttúruna vísa seg meira álvarsom enn gott er. Tó so verða sera vandamiklir lúsabasingarløgir dumpaðir út í firðir og sund og har alt livandi hvørir so við og við. Biofiltrini, ið sløddist kringum vildi eingin alari kennast við – sjálvt um rættuliga lætt er at staðfesta at talan bert kann verða um tríggjar fyritøkur. Einki fær nakara avleiðing – um tað eru 200 túsund alilaksar hjá Bakkafrost, ið just hava fingið heiluvág, og enda uppi í Leynará, ella tað eru einir 50 ella 100 tusund fiskar frá Luna, ið sleppa út í umhvørvið í Vestmanna, ger ongan mun – her í landinum. Hydrogenperoksidið er minkað nakað í nýtslu, men kanska Helgi Abrahamsen kann siga okkum hvar 130 tons av formaldehyd eru brúkt farnu 10 árini. Góð 13 tons verða innflutt um árið í miðal, og tá vit ikki hava nakara vinnugrein – aðra enn alivinnuna – ið kann hugsast at brúka sterkt krabbaelvandi formaldehyde til soppaviðgerð, kann just hetta álvarsmál hava almennan áhuga.

Europeiska matvørueftirlitið EFSA kom við endurskoðaðum kosttilmæli i november 2018. Har varð m.a. mælt til at fólk minkaðu sítt alilaksaát við 90%, og at barnakonur og smábørn á ongan hátt áttu at eta alilaks. Og orsøkin var stóra nøgdin av umhvørviseiturevnum sum dioxin og PCB. Fólkaheilsuráðið er eftirspurgt um teirra støðu til nýggja EFSA-kosttilmæli, men segði frá, at tey bíðaðu eftir at Heilsufrøðiliga Starvsstovan kom við eini fráboðan. Tað verður nokk seinur dagur at HFS kemur við øðrum enn ávaring til maðk ella sopp í í onkrari innfluttari tomatsovs, meðan alt sum kemur í nánd av alivinnuni verður hildin innilæst í niðastu skuffu. Nøgd og slag av lúsabasingarevnum fær borgarin einki at vita um, og heldur ikki nær og hvar heiluvágur verður brúktur.

Helgi Abrahamsen eigur nokk at góðtaka at alivinnan á ongan hátt livur upp til krøv til burðardygd – hvørki so ella so. Kundin kemur at velja alilaks frá, ið stavar frá umhvørvisoyðandi virksemið – har fellið er frá 20% til 40%, og heldur at taka til sín fisk aldan í lokaðum skipanum. Gongdin er púra greið kring allan heimin, at aling í lokaðum skipanum økist støðugt, og har einki dálkandi árin stendst av framleiðsluni. Fellið í lokaðum skipanum er bert 2% og framleiðslan er har kundin býr. Tí kemur føroyska alivinnan at lúta – partvís tí framleiðslan ikki er burðardygg og sera dálkandi fyri havumhvørvið, næst at flutningur til keyparan er kostnaðarmikil, og tí ikki verður kappingarførð í prísi og enn minni í dygd.

Kári Thomsen