Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Gongdin úr stovni í skúla

2013-03-11 21:56

Tað er hugaligt at fylgja ymsu orðingunum um týdningarmiklu gongdina úr stovni í skúla. Frálíkt at nógvir vinklar verða settir inn til sama týdningarmikla evnið. Tíanverri tykir mær tó, at orðaskiftið er alt ov nógv merkt av at verja borg.

Mær tykir at orðaskiftið higartil hevur verið ov nógv ein lýsing av egnum evnum og onkursvegna er ein ávís øvundsjúka til starvskipanina hjá øðrum fakbólkum. Ofta verður sagt, at lærararnir hava ov nógvar næmingar í mun til talið av børnum, ið námsfrøðingarnar starvast um - og sagt verður, at námsfrøðingarnir hava ov lítla fyrireikingartíð, sammett við lærararnar.

Fyri mær kundu vit tveitt nógvar bóltar upp í loft í senn, tí talan er í ávísan mun um nýtt økið. Hvussu samstarva vit um gongdina úr stovni í skúla?, hvør starvssetan verður galdandi?, lønin?, arbeiðstíðin?, fyrireikingartíðin?...

16. mars er aðalfundur í Føroya Pedagogfelag, og 6. apríl er aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Hesi bæði fakfeløg fevna um starvsfólkini, ið varða av yngsta ættarliðnum, ið broytist frá at verða nevnt "barn" til at verða nevnt "næmingur".

Eg hugsi mær, at hesir báðir aðalfundir kundu havt eitt felags stórmál: "Hvussu skipa vit bestu menning fyri yngsta ættarliðið?". Tíanverri síggi eg samstundis fyri mær, at bæði fakfeløgini framhaldandi fara at verja borg og halda fast við orðingarnar "barn" og "næmingur".

Bólkar hava sitið við námsætlanum, og skjóttarbeiðandi bólkar eru settir at arbeiða við gongdini úr barnagarði í fólkaskúla og við orðingum um forskúlar - samstundis eru eisini forskúlar og onnur samstarv.

Hvat skal til? Fyrst og fremst hugsi eg, at vit skulu ansa eftir at samskifta uttan at verja borg. Lat okkum seta orð á egna styrki og veikleikar, at vit finna fyrimunirnar í samstarvinum. Lat okkum við opnum sinni lurta eftir fakkunnleikanum hjá hvørjum øðrum og í felag standa meira enn dupult so sterk í arbeiðinum at skipa bestu menningargondina.

Skotið verður upp, at báðir aðalfundirnir onkursvegna umrøða áhugan, at felags evnisdagur verður skipaður, har lærarar og námsfrøðingar í felag seta orð á møguleikar og avbjóðingar.

Tað er fyri mær av alstórum týdningi, at vit, ið starvast innan hesi øki, finna saman og vegleiða teimum, ið taka avgerðirnar.

Fólkaskúladeildin er burtur, Mentamálaráðið umskipað, og fyri framman eru nógv mennandi átøk. Vit kunnu velja at standa saman ella at verja borg.

Eg haldi, at vit eiga at fegnast um mongu vinklarnar, ið settir verða inn til sama mál: Komandi ættarliðið!

Lat okkum við opnum huga semjast um bestu tiltøk fakkunnleiki okkara í felag kann fyriskipa.

 

http://www.politikkur.fo/hvar+endadi+folkaskuladeildin.html

 

Vinaliga

Jákup av Skarði