Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Golfvøllur á Glyvursnesi

2020-10-08 09:10

 

Golfvøllur á Glyvursnesi

 

Nú fer hendan verkætlanin í gongd, og tað kunnu vit fegnast um. Eftir ætlan kemur gongd á at gera golfvøllin longu komandi ár, og í 2023 hevur golfvøllurin 9 hol. Hettar er sera spennandi fyri tey sum spæla golf í Føroyum, og kunnu tey nú síggja fram til at hettar gerst veruleiki.

 

Golfvøllurin kemur heilt víst eisini at verða ein góð íløga fyri ferðavinnuna í Tórshavnar kommunu. Tað eru nógv fólk kring heimin, sum hava áhugað í at spæla golf, og tað verður heilt víst áhugavert hjá mongum ferðandi, at koma til Føroyar at spæla golf á Glyvursnesi. Vakra føroyska náttúran kemur heilt víst at lokka nógvar útlendskar gestir til Føroyar at spæla golf, og nú kann Tórshavnar kommuna vísa á ein golfvøll í serstakliga vøkrum umhvørvið. Hettar kemur heilt avgjørt hjálpa eitt nú hotellum, matstovum og handilsvinnuni í høvuðsstaðnum.

 

Ætlanin á Glyvursnesið kemur eisini at hava lendisgøtur, har fólk hvønn dag kunnu ganga á og njóta tað fantastisku náttúruna á Glyvursnesi. Hettar er partur av heildarætlanini, og tað verður ómetaliga spennandi tá hendan verkætlanin fer av bakkastokki longu komandi ár.

 

Ein paradís á Glyvursnesi har golf íðkarar og øll í Tórshavnar kommunu kunnu njóta gott av, hettar er avgjørt nakað sum eg komi at arbeiða fyri, og haldi eg at vit skulu seta okkum sum mál, at koma uppá ein golfvøll við 18 holum, soleiðis at vit í framtíðini kunnu hava ein golfvøll í altjóða støði á Glyvursnesi, í vakrasta umhvørvi í heiminum.

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin