Fá samband við meg:
Bústaður: Maritugøta 30
Bygd: 188 Hoyvík
T-postur: kwp@globi.fo
Fartelefon: 59 60 62
Leinki á Facebook: www.facebook.com/kristianna.w.poulsen
Leinki á heimasíðu: www.j.fo/Kristianna

Góði veljari

2020-11-10 00:30

Eg havi í valdystinum umrøtt míni hjartamál, sum eg fegin vil arbeiða fyri at fremja.

Tórshavnar kommuna skal vera fyri yngri og eldri, fyri múgvandi og láglønt, fyri fólk við serligum tørvi, fyri støk og pør, fyri fólk undir útbúgving og á arbeiðsmarknaðinum, fyri tilflutt og innfødd. Vit skulu hava ein livandi og fjølbroyttan høvuðsstað, sum gevur borgarunum møguleika at hava eitt gott lív.

Júst sum eitt húsarhald skal stýrast skynsamt og við virðing fyri tí peningi, sum vit hava at ráða yvir, skal ein kommuna eisini stýrast við størstu virðing fyri pengunum hjá skattaborgarunum. Eg veit, at hvør einasta króna, sum kommunan hevur at virka fyri, er ein króna, sum skattaborgarar í kommununi hava rindað, og hetta mugu vit sum politikarar altíð hava í huga. Eg vil virka fyri, at kommunan førir ein skynsaman fíggjarpolitikk.

Sjálvandi er tað ikki ókeypis at reka eina góða kommunu, ið skal rúma øllum teimum nógvu menniskjunum, sum hvør sær og saman mynda okkara høvuðsstað. Neyðugar íløgur skulu gerast, og neyðugur rakstur skal til, fyri at tær nógvu tænasturnar, sum kommunan bjóðar, gerast nóg góðar. Politisku avgerðirnar í kommununi hava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá menniskjunum, sum búgva her, og øll býarplanlegging skal vera burðardygg og víðskygd.

Gjøgnumskygni skal eyðkenna virksemið hjá Tórshavnar kommunu. Politiska skipanin skal sjálvandi kunna standa inni fyri tiknum avgerðum, sum eru grundarlagið undir virkseminum í kommununi. Vit hava øll uppiborið, at gjøgnumskygnið verður raðfest høgt.

Tað er politikarin, sum er til fyri borgaran og ikki øvugt.

Gott val!

Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin