Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Góðan mammudag - eisini til tær kvinnur, sum ikki ynskja móðurskapin

2022-05-08 22:22

Mammudagurin leiðir tankarnar á móðurskapin við øllum tí, sum hesin inniber av altavgerandi lívberandi valdi og kærleika. Hin sami móðurskapurin, sum eisini kann gera kvinnuna so ómyndiggerðandi viðkvæma. Hyggja vit eystureftir, síggja vit flýggjandi barnakonur og sundursorlaðar føðistovur. Summastaðni í heiminum verða kvinnur tvingsilsgiftar, neyðtiknar og frátiknar rættin til lærdóm og sjálvsrætt. Hyggja vit vestureftir, bendir nógv á, at hægstirætturin í USA fer at avmarka áður vunna rættin hjá kvinnum til fosturtøku.

Kvinnurættindi eru rættindi, ið eru vunnin seint í mun til onnur mannarættindi, eisini her á okkara leiðum. Vit skulu ikki longur aftur enn til 2017, tá tað var púra lógligt at skaffa sær samlegu við hjúnafelaga sín í støðum, sum í mun til ein og hvønn annan persón uttanfyri hjúnalag hevði verið revsiverd neyðtøka. Og var hetta ein leivd av gamlari degraderaðari kvinnufatan, ið enn ger seg galdandi í dag í mun til fleiri mál, eitt nú spurningin um fosturtøku.

Móðurskapurin er í tryggum og frælsum umstøðum ein gáva og ein framíhjárættur, men verður hann fasthildin móti kvinnunnar vilja, er talan um frælsistøku og eitt inntriv móti kropsliga integritetinum hjá kvinnuni á jøvnum føti við brot á onnur grundleggjandi mannarættindi. Einhvør kvinna skal hava rætt til at velja móðurskapin til og frá, og hava vit sum samfelag skyldu til at skipa soleiðis fyri, at hesin avgerðarrættur kann útinnast á tryggan og virðiligan hátt - við virðing fyri kvinnuni og við virðing fyri tí lívinum, sum verður valt frá. Fosturtøkuspurningurin er ikki svartur ella hvítur, men hann er neyðugur.

Nógvar orsøkir kunnu vera til, at ein kvinna ynskir at velja móðurskapin frá. At ein kvinna ynskir at velja at steðga einum íkomnum barnsburði. Men eitt skal vera so púra vist, at fá kvinna tekur slíka avgerð av løttum. Men hon skal sleppa at taka ta avgerðina innanfyri rímiligar og forsvarligar karmar. Sleppur hon ikki tað, er sjálvsavgerðarrætturin tikin frá henni, og verður hon hildin sum trælur í egnum kroppi. Ikki bara í 9 mánaðir, men restina av lívinum. Ein frælsistøka, sum ikki hóskar seg í einum samfelagi, sum er bygt á demokratiskar og frælsislyntar grundarsteinar.

Men tað merkir sjálvsagt ikki, at sjálvsavgerðarrætturin skal vera óavmarkaður, ella at eingi onnur atlit skulu takast við í viðgerðini, tá vit áseta rættin til sjálvsavgerð. Við einum og hvørjum rætti koma skyldur og atlit til onnur menniskju. Í hesum føri skal atlit takast til tað lívið, ið verður valt frá, og setur tað nakrar natúrligar avmarkingar fyri tann sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnuni, sum eigur at vera ásettur og fasthildin. Um tann avmarkingin eitur 8. ella 10. barnsburðarvika ella okkurt heilt triðja, má verða grundað á læknavísindalig atlit í mun til verandi samfelagslig viðurskifti.

22. februar í ár skrivar Dansk Kvindesamfund á teirra Instagram, at felagsskapurin fegnast um, at áður fulkomna forboðið móti fosturtøku í Kolumbia verður avtikið, og at kolumbianskar kvinnur nú kunnu fremja fosturtøku fram til 24. viku í barnsburðinum. Til samanberingar verður frá læknahond framt lívsfremjandi viðgerð av børnum, ið verða fødd í viku 24 í danska ríkinum. Spurningurin er, um atlitið til sjálvsavgerðarrættin ikki hevur tikið yvirhond hjá Dansk Kvindesamfund, tá tað beinleiðis er at fegnast um, at fosturtøka verður framd av lívførum børnum. Tá eru virðingin og nuanseringin køvd, og tað máar burtur av grundarlagnum fyri einari vælgrundaðari og demokratiskari lógarfesting.

Fosturtøkuspurningurin er ein spurningur um kropsligt sjálvræði og um at forða fyri, at eitt politiskt vald undir virðispolitiskum skjóli ótarnað kann gera seg inn á kropsliga sjálvræðið í framtíðini, soleiðis sum tað passar teimum, og soleiðis sum tað higartil hevur verið gjørt í mun til fosturtøkuspurningin, tá hesin við jøvnum millumbilum verður tikin upp.

Tað er eyðsæð, at eingin ynskir, at ein kvinna skal ganga við óynsktum barni, men veruleikin er, at tað kemur meira enn so fyri, og fyri tær kvinnur ynski eg sjálvsavgerðarrættin til at velja móðurskapin til og frá á einum virðiligum og tryggum grundarlagi. Og eg ynski, at hesin sjálvsavgerðarrætturin verður friðhalgaður á jøvnum føti við onnur grundleggjandi mannarættindi, uttan mun til hvør yvirvágin er í Føroya Løgting.

Góðan mammudag,

Bjørk Maria Kunoy