Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Góða eydnu og blíðan byr

2019-06-23 23:16

Hetta vóru gleðilig tíðini. Síðani eg setti meg í samband við Óla Nattestad fyri góðari viku síðani, havi eg verið vónríkur, tí áhugi og vilji at gera mun var tilstaðar beinanvegin. Virkið í Skopun hevur fingið nýggjan eigara, ið vil gera íløgur og dagføra virkið, so framleiðslan og kappingaførið batnar. Nú kann fólkið aftur fara til arbeiðis. Sum nógv størsta arbeiðspláss á Sandoynni er týdningurin av, at virkið aftur opnar, ovurhonds stórur.

At nýggju eigararnir í Skopun fara undir virksemið við góðum treysti er alla æru vert. Takk fyri tað. Okkara uppgáva sum politikarar er nú at seta karmarnar, so tykkum ikki verða lagdir óneyðugir fótonglar í vegin. Tað gera vit við at endurskoða og styrkja tær skipanir, vit hava ment.

Hjartaliga til lukku, góða eydnu og blíðan byr.

Jónleif Johannesen,
tingmaður fyri Javnaðarflokkin