Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gloym ikki fólkið, løgmaður

2021-08-09 13:11

Spurningurin um gongd í haga er ikki ein spurningur, sum bara skal avgreiðast millum ferðavinnuna og bóndur. Vit mugu fyrst og fremst tryggja okkara borgarum rætt at vera í náttúruni

Í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni stendur sum eitt av málunum hjá samgonguni, at ”semja má eisini finnast ímillum ferðavinnu og landbúnað her heima”, og at ”neyðugt er tí við nýggjari lóg, sum bæði hevur atlit at landbúnaði og lokalum vinnumøguleikum, men eisini tryggjar ferðavinnuni menningarmøguleikar”.

Hagafelag Føroya skal minna løgmann á, at ein loysn á spurninginum um gongd í haga fyrst og fremst má hava fólkið í hesum landinum í huga. Spurningurin um gongd í haga er allarfyrst ein spurningur um at tryggja almenninginum atgongd til náttúruna.

Spurningurin um gongd í haga má ikki avmarkast til bert at vera ein spurningur millum ferðavinnu og bóndur. Altavgerandi málið er at tryggja uppvaksandi ættarliðnum atgongd til náttúruna.

Fremmandagjørd í egnum landi
Gjøgnum fleiri ættarlið hava føroyingar havt sum siðvenju at leita sær í hagan – eitt nú barnafamiljur sum njóta sunnudagin við eitt vatn, ungdómur sum leitar sær í fjøllini at síggja sólsetur, ella eldri fólk sum spáka sær í hagan at hyggja eftir heiðafugli.

Seinastu árini er hendan siðvenjan hótt. Vit hava sæð gjaldsportur, píkatráð og skelti við boðum um at gjalda fyri at fara í hagan. Og vit hoyra um onnur støð, sum ætla at seta gjaldsportur upp. Ein sera ódámlig og óunnilig gongd, sum við tíðini fer at hava við sær, at fólkið verður fremmandagjørt í egnum landi.

Verandi gongd við gjaldsportrum og píkatráði skerjir rættin hjá landsins borgarum til náttúruna. Heldur hetta fram, verður ikki longur natúrligt hjá uppvaksandi ættarliðnum at leita sær í hagan og nema sær kunnleika til djóralív, plantur, landafrøði, siðaarv og alt tað góða við okkara náttúru. Fellur hendan siðvenja burtur, verður hetta til óbøtandi skaða fyri okkara fólk og mentan. Er tað hetta, vit vilja?

Gloym ikki lyftið
Í hesum sambandi skulu vit minna á lyftið í formansrunduni í sjónvarpinum 6. august 2019:

”Føroyingar skulu hava frítt at ganga í haga og fjøru. Ongin ivi um tað” og ”...tað er ongin ivi um, at vit sum politisk skipan eiga at tryggja, at hvørsmansrætturin verður virdur. Tað at ganga í haga og fjøru, tað skulu allir føroyingar hava rætt til – ókeypis.” (Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og nú løgmaður)

Tískil er allarfyrsta uppgávan hjá løgmanni og løgtingi at tryggja við lóg, at landsins borgarar framhaldandi kunnu ferðast í náttúruni uttan at skula gjalda ella spyrja um loyvi. Hagafelagið heitir staðiliga á løgmann um at halda lyftið og bera so í bandi, at hvørsmansrætturin verður staðfestur í lóg her á landi - á sama hátt sum í okkara grannalondum, t.d. Noregi, Íslandi, Svøríki og Skotlandi.

Gloym ikki fólkið, løgmaður!

Vinarliga
Hagafelag Føroya