Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Glað børn og trygg foreldur.

2012-11-07 05:39

Kostpolitikkur er eitt ræðsluorð, sum fær nógv at stúrsa við, tí tey ímynda sær lógir og paragraffir smoygdar niður um herarnar.


Mín sannføring er, at politikkur anno 2012 skal eisini taka støði í upplýsing, samskifti og samstarvi, heldur enn einvegis valdsstýring. Allar avgerðir hava jaliga ávirkan á summi og neiliga ávirkan á onnur. Politikarar eiga at hoyra allar bólkar sum verða ávirkaðir og fakfólkini á økinum, fyri at finna ta bestu loysnina. Samskifti tryggjar eisini at loysnirnar virka í praksis.


Tað manglar ein yvirskipaður kostpolitikur í Tórshavnar kommunu á barnaansingarøkinum. Í dag letur fuglur við hvør sínum nevi, so at siga. Ein stovnur fylgir einum leisti og ein annar einum øðrum. Sum foreldur muga vit hava trygd fyri, at børn okkara fáa heilsugóðan kost, og dentur verður lagdur á góðar ráðvørur.

Ein kanning herfyri vísti, at alt fleiri føroysk børn viga ov nógv og at fyribyrging og góðir matvanar eiga at verða sett inn tíðliga, helst áðrenn børnini eru 4 ár. Sum størsta kommuna, eiga vit at ganga undan tá umræður góðan kost og dygd á rávøru.


Eg fari at arbeiða fyri, at kommunan setir ein kostráðgeva, sum saman við stovnunum seta ljós á kost, heilsu og ta góðu rávøruna. Stovnarnir skula fáa íblástur til spennandi máltíðir, spøl og aktivitetir, sum eru við at gera børnini tilvitað um kost, heilsu og góða rávøru.


Børnini eru okkara dýrabærasta tilfeingið, tey skula vit fjálga um.


Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com
Bjørg Dam
Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.