Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Gitte Klein stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-09 13:50
Kommunalpolitikkur - 

Eitt valevni, sum hevur stóran áhuga fyri trivnaðinum hjá børnum og ungum, stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn

Gitte Klein er fødd í Hamburg 5. januar 1974, og sum tvey ára gomul flutti familjan til Føroya, har Gitte vaks upp mitt í Havnini.

Gitte starvast sum sálarfrøðingur í Barnaverndini í Suðuroy og á Sernámi í Havn.

Hon hevur royndir sum sálarfrøðiligur og námsfrøðiligur ráðgevi og varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Gitte hevur skrivað bøkurnar: “ Sálarheilsa og trivnaður í verki og Talgilda framtíðin, hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt.” Hon er útbúgvin sálarfrøðingur, lærari og hevur eina Master í Positivari sálarfrøði.

Hví stilla upp?

Eg havi valt at stilla upp, tí eg haldi, at vit mugu hugsa meira um sálarheilsu hjá øllum borgarum ikki minst hjá børnum og ungum.

Kanningar visa, at alt fleiri børn og ung hava ilt í sálini, og tey gerast bara yngri og yngri, tá diagnosur verða staðfestar. Samstundis vita vit, at skjót og góð viðgerð er avgerandi fyri útlitini hjá einstaklinginum og familju hansara.

Sum kommuna hava vit atgongd til allar okkara borgarar og kunnu arbeiða munandi meira miðvíst við fyribyrging enn vit gera nú.

Eg havi valt at stilla upp, tí eg havi eina stóra vitan um økið, og tí eg ynski at búgva í eini kommunu, ið ger alt hon kann fyri at venda skeivu gongdini.

Vit mugu spíla okkum út at skapa røttu karmarnar og umstøðurnar hjá familjum at trívast.

Um børn og ung líða, líðir familjan við teimum, og tá líðir alt samfelagið.

Føroya Væl

RN