Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gevist við mismuninum

2021-02-09 20:07

Nú málið verður viðgjørt um, hvørt samkynd foreldur skulu bæði hava foreldramyndugleika og sama møguleika til barsil, so endar tað enn einaferð í einum ellibita av burturforkláringum og verður eisini kallað eitt etiskt mál - hetta, fyri at kunna siga politiskt "helle" og sleppa undan veruligari viðgerð og støðutakan. Einasta orsøk til at kalla hetta eitt etiskt mál er vegna ta óetisku og niðrandi sjón fólk hava av samkyndum. Mismunur á fólki er mismunur á fólki, óansæð hvussu tú pakkar tað inn, uttan mun til lógartekst, orðingar í undanfarnum uppskotum ella aðrar politiskar fintur. Havið eyguni við bóltinum; ikki lata hesar religiøst ørkymlagu nei-sigarar sleppa undan tí ábyrgd teir hava fyri øllum føroyingum; og ikki bert føroyingum, sum hoyra til "góðkendar" samkomur. Um ávís fólk áhaldandi verða fyri mismuni vegna politikarar við Bíbliuni í hondini - meðan grundlógin við øllum frælsunum í liggur í eini pappeskju á ovasta lofti - so eru vit møguliga komin til ta tíð, har vit ikki góðtaka fólk inn um tingsins gátt, sum ætla at kúga ávís fólk, ið teimum ikki dáma, við kristnum grundgevingum. Kirkja og politikkur ER skilt at í Føroyum, og um nøkur ikki skilja hetta og sostatt forsøma sínar skyldur mótvegis nøkrum føroyingum, so ber ikki annað til enn at vísa hesum tornomu fólkum út úr okkara annars so háttvirda løgtingi.

Við vón um endan á dupultmorali og byrjanina til veruliga og fulla javnstøðu

Dávid Isfeld