Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Gev vinnuni eins og rættvísa viðferð í hjálparpakka!

2021-12-14 17:19

Tónleikarar og onnur í undirhaldsvinnuni bløða eisini, nú strangar koronaavmarkingar taka størsta partin av inntøkum teirra.

Tað er gott, at landsstýrið eftir nýggjár ætlar at koma í Løgtingið við einum hjálparpakka til skeinki- og matstovuvinnuna, nú upplatingartíðirnar aftur verða skerdar.

Men. Øll vinna, sum virkar á sama beiti, má fáa eins og rættvísa viðferð. Tónleikavinnan missir livibreyð sítt, tá samfelagið og náttarlívið verða avmarkað ella heilt lata aftur. Somuleiðis øll tey, sum veita tænastur til jólaborðhald, veitslur, undirhald, býar- og náttarlív av ymiskum slagi. Tey, sum veita ljóð og tøkni. Tey, sum veita mat. Tey, sum veita undirhald. Tey, sum gera reint ogsfe osfre.

Aftur og aftur hava vit víst á, at fleiri vinnugreinar eru dotnar niðurímillum í hjálparpakkunum, sum komnir eru frá landsstýrinum. Eisini hóast ábøtur hava verið gjørdar á summar av pakkunum. Og vit hava eftirlýst eitt yvirlit frá landsstýrinum yvir, hvørjum hjáparpakkarnir veruliga hava hjálpt, í hvønn mun, teir hava rokkið sínum endamáli, og hvørji í vinnuni, sum hava verið meint rakt av koronu, eru dottin niðurímillum.

So gott í teg, landsstýrismaðurin í vinnumálum. Tá tú kemur í Løgtingið við enn einum hjálparpakka – tryggja so hesaferð, at øll vinna, sum verður rakt av stongsli og avmarkingum, fær rættvísa og javnbjóðis møguleika fyri hjálpandi hondini.

Eisini tey, sum ikki hava eina sterka rødd at tala fyri seg.

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna fyri Tjóðveldi