Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Gerið Sandoynna til royndarøkið til skiljing av burturkasti

2021-12-07 21:51

Í mai mánað 2020 byrjaði annarleiðis royndarverkætlan í Vágs kommunu, har umleið 40 húsarhald í kommununi gjørdist partur av skipan, har lívrunnið tilfar varð skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum. Lívrunna tilfarið varð 3. hvørja viku savnað inn av kommununi – og síðani við einari blanding av tøð og træspónum gjørt til kompost/sanktutøð, sum eftir 6 mánaðir kann fara útaftur í náttúruna.

Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan fylgdu royndarverkætlanini í Vági – og vóru eisini vælnøgd við hvussu skipanin virkaði.

Í august í ár varð í Vágs kommunu gjørt av at steðga royndarverkætlanini. Men hóast hetta, so kann staðfestast, at skipanin virkaði væl: Húsarhald tóku væl ímóti skipanini og kompost-skipanin virkaði eftir ætlan (tað lívrunnað tilfarið varð broytt til kompost/sanktutøð).

Eiga sjálvandi at taka ábyrgd – eisini í Føroyum

Í grannalondum okkara – ja, í stórum pørtum av Evropa – er tað púra vanligt at skilja burturkast heima við hús, eisini lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum. Í flestu førum verður lívrunnað tilfarið beint til biogass-verk, men í smærri økjum verður lívrunna tilfarið eisini gjørt til kompost/sanktutøð – m.a. á Eysturlandinum í Íslandi, í økjum í Írlandi, Wales og Onglandi, fyri at nevna nøkur.

Skipanin á Eysturlandinum í Íslandi fevnir um umleið 2.200 húsarhald. Har verður tunnan við lívrunnum tilfari tømd eina ferð um mánaðin. Alt lívrunnað tilfarið verður savnað á einum stað, har tað verður koyrt gjøgnum eina kvørn (hetta skundar undir niðurbrótingina av tilfarinum) og síðani við træspónum og tøðum blandað í kompost-bunkar, sum liggja á einum innigirdum asfalteraðum øki undir opnum himli. Har liggja bunkarnir so í 6 mánaðir. Rivið verður um í bunkunum eina ferð um mánaðin og eftir 6 mánaðir verður komposti/sankutøðini førd út aftur á jørðina. Ongir trupulleikar eru við rottu ella við at fuglur legst á kompost-bunkarnar.

Loysnin við at fara undir skipan við at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum krevur sostatt ikki millióna íløgur í t.d. eitt biogass-verk, men eitt (innigirt) økið, har 6-7 kompost-bunkar kunnu leggjast, eina kvørn, og ein lítil rennigravari má eisini verða tøkur 1-2 dagar um mánaðin at leggja nýggjan bunka og ríva um í bunkunum.

Sandoyggin, IRF og Mat- og moldmentanarháskúlin saman sum royndarøkið

Royndarverkætlanin í Vágs kommunu fevndi um umleið 40 húsarhald – og royndarverkætlanin eydnaðist væl. Næsta stig má verða at royna hetta í einum størri øki, har IRF eisini er partur av innsavningini – hetta er tann parturin, sum verður mest krevjandi, men hesin parturin er ikki ein forðing.

Á Eysturlandinum í Íslandi hevur skipanin við lívrunnum tilfari ført við sær broyting í innheintingarskipanini. Vanlig gráa tunnan/grái posin verður nú “bara” heintaður 3. hvørja viku (tí har er minni rusk í gráa posanum og lítið av matleivdum, sum rotna og lukta). Brúna tunnan við lívrunnum tilfarið verður tømd 1. ferð um mánaðin, og grøna tunnan við pappíri og papp 1. ferð um mánaðin.

Við øðrum orðum, so krevur hetta ikki meiri arbeiðið av innheintingarskipanini, men “bara” eina broyting í hvat verður innheintað nær. Hesin táttur kann í Sandoynni takast upp saman við IRF.

Í Sandoynni er eisini Mat- og moldmentanarháskúlin, sum hevur sum sítt virkisøkið at arbeiða við tí sum náttúran gevur – og tí sum kann fara aftur til náttúruna. Førleikarnar til at arbeiða við at kompost-skipan/skipan við sankutøðum er sostatt í oynni – og eru upplagdir at gagnnýta. Ikki minst eru sanktutøð góð fyri jørðina og kunnu sostatt eisini nýtast í virkseminum hjá háskúlanum og bóndunum í Sandoynni.

Kommunurnar vara av ruskinnsavningini (umvegis innsavningini hjá IRF og skipan av lokalum bingjuplássum) og er tað nærlagt, at kommunurnar í Sandoynni, IRF og Mat- og moldmentanarháskúlin seta seg saman at fáa í lag skipan, har Sandoyggin gongur undan og gerst royndarøkið í smb. við skiljing av lívrunnum burturkasti frá vanliga húsarhaldsruskinum.

Hví skilja lívrunnað tilfarið frá vanliga húsarhaldsruskinum?

Stutta svarið er, at tað í einum framkomnum samfelag er rætt at fara undir skipan, har lívrunna tilfarið verður skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum.

Um fá ár, so fara allar Føroyar at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum – hetta er gongda leiðin, ongin ivi er um tað – og spurningurin er bara um tíð, áðrenn hetta verður skipað við lóg ella almennari reglugerð.

Tí gevur tað eisini meining at gera fleiri royndir, soleiðis at skipanin gerst so góð sum tilber áðrenn hon verður landsfevnandi. -Og her eru tey 500 húsarhaldini í Sandoynni ein góð byrjan, sum kann skapa gott grundarlag at byggja á, soleiðis at eisini Føroyar kunnu flyta seg fram á leið og fara undir at skilja lívrunna tilfarið frá vanliga húsarhaldsruskinum.

Dennis Holm