Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Gerhard Lognberg stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

2019-07-02 03:41
Sambandsflokkurin - 

Eitt kent andlit stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Gerhard Lognberg er føddur 1. november 1950 í Skopun.

Hann hevur virkað í nógv ár í føroyskum lands- og kommunalpolitikki og er serliga kendur fyri ótroyttuliga stríðið at fáa ein undirsjóvartunnil til Sandoynna.

Gerhard Lognberg er borgarstjóri í Skopunar kommunu, og hevur verið kommunstýrislimur har síðan 1984, varaborgarstjóri frá 1984-92 og borgarstjóri síðan 1992.

Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fyri fyrstu ferð á løgtingsvalinum 2002 umboðandi Javnaðarflokkin. Hann varð afturvaldur á løgtingsvalunum í 2004, 2008 og 2011.

Í 2013 gjørdist hann limur í Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin

RN