Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Gamla bakaríið hjá Frants sum tónleika og listadepil

2012-11-08 15:44

Sum kunnugt er stórur tørvur á betri umstøðum til tónleikarar, lista- og filmsfólk.

Gamla bakaríið hjá Frants er bygningur í fýra hæddum, einar 600 fermetrar  til støddar. Húsið stendur væl fyri á Tórsgøtu, mitt í býarhjartanum.


Tað er tíð uppá at kommunan letur tónleikarum og listafólkum karmar til at virka í

Íbúgvaratalið í Tórshavnar kommuna er næstan tvífaldað síðani síðst í 70unum, eins og tónleikurin og listin hava ment seg nógv síðani tá. Kortini er niðurstøðan, at vælvildin  frá kommununi í hesum tíðarskeiði hevur verið so sum so, tí lítið og einki er gjørt fyri at nøkta tann grundleggjandi tørvin hjá listafólki og virksemi teirra: Nevniliga tryggir karmar fyri virkseminum.

Fyrst í 80unum vóru uml. 10 venjingarhøli í Gamla Skipshandlinum á keiini, sum tónleikabólkar kundu leiga. Í dag eru 8 hølir í Margarinfabrikkini, sum hýsa bæði tónleikabólkum, undirvísing  o.ø. Trupult er hjá listafólki at støðast í Havn, tí ongir tryggir karmar eru at virka í. Listafólkini hava verið noydd til at flyta úr einum stað í annað við virksemi sínum. Filmsmentanin hevur ment seg nógv og hevur tørv á góðum hølisviðurskiftum. Í gamla bakaríðnum hjá Frants hevði verið rúm fyri góðum filmsverkstaði til virksemið teirra.

 

Bústaðir til vitjandi tónleikarar, sjónleikarar films- og listafólk

Beint vestanfyri bakaríið. standa eini lítil sethús, sum sami eigari varar av. Hesi hús kundu verið nýtt til bústað í eitt styttri ella longri tíðarskeið til listafólk, sum koma higar í arbeiðsørindum.

 

Tryggir karmar

Ein góð loysn hevði verið at gjørt ognina hjá Frants Restorff til eitt virkishús og kveikingarstað hjá tónleikarum og øðrum listafólki.

At skapa tryggar karmar er ein grundleggjandi tørvur, sum er neyðugur at nøkta, um vit vilja hava tónleikarar og listafólk at støðast í Havn. Hetta hevði verið eitt stórt framstig og mennandi fyri listina.

 

Havnin skal verða høvuðsstaðurin har vit øll trívast og vilja búgva.

 

Rógvi á Rógvu

Valevni hjá Tjóðveldi