FUNDARØÐ Í BERØA VIKUSKIFTIÐ 15 - 17 februar - breið vifta av talarum

2019-02-25 21:15

_____________________________________________________________________________

Kristiliga Tíðindatænastan - v/Poul Jóhan Djurhuus - gjaranes@gmail.com - Tlf: +298 228314

Skrivað: pjd, Glyvrar 18.02.2019

Tú kanst hoyra innslagið á Kristiligu Tíðindasendingini á R7.fo

MYND: BERØA - næsti granni við ferðamannskipini!

_____________________________________________________________________________


FUNDARØÐ Í BERØA vikuskiftið 15 - 17 februar

- breið vifta av talarum

Vikuskftið 15 - 17 februar var fundarøð hildin í Berøa, sum bæði fevndi um evangelisk møtir og bíbliuundirvísing. Ikki færri en 17 talarar høvdu orði, sum spentu frá tí einkla evangeliska boðskapinum til undirvísing í báðum Timoteusarbrøvunum og evnum við atliti til temaði á møtirøðini: “Á ættarlið, gev orði Harrans gætur!”

Fyrsta møti, sum var fríggjakvøldi kl.19:00, var væl vitjað av fólki ymsastaðni frá, og teir sum talaðu hetta kvøldi løgdu góðar lunnar undir teir, sum komu aftaná, tí tað varð longu á fyrsta møtinum lagdur stórur dentur á hvussu alneyðugt tað er, at komandi ættarlið gevur orði Harrans gætur.

Á bíbliutímunum leygarmorgunin varð lagdur dentur á, at um yngra ættarlið skal geva orði Harrans gætur, so er alneyðugt at Orð Guds verður tala í dag, og í heusm sambandi vísti ein av talarunum á orð Paulusar til unga Timoteus um “at tala Orð Guds í tíð og í ótíð.”

Tað vóru Jens Bech av Skála og Ragnar Ludvig, sum høvdu bíbliutímarnar leygarmorgunin ávíkavist kl.10:00 og kl.11:30 Leygardagin og sunnudagin seinnapart vóru tað Pætur Hansen, Einar Vang, Áron á Roykheyggi og Jóhan Petersen, sum høvdu bíbliutímarnar.

Reyði tráðurin ígjøgnum røðina var, at ættarliðið má geva orði Harrans gætur!