Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fult er, áðrenn yvir flýtur

2022-01-20 14:50

Skúlaárið 21/22 fekk skúlin á Fløtum eyka loyvi at taka ein 8. og ein 9. flokk inn afturat – hetta hóast 5 flokkar longu vóru fullir – 5 í hvørjum árgangi harav tveir á ítrottarbreyt. Orsøkin var óivað at fylgja gomlu siðvenjuni, at næmingar frá Sankta Frans hava verið vanir at fara í táverandi Kommunuskúla og somuleiðis var tað ein politisk avgerð. Men tað, sum fólk uttanfyri skúlan á Fløtum kanska ikki vita er, at vit í dag hava ein 8. flokk, ið verður kallaður flytiflokkur, hetta tí hann ikki “eigur” egna skúlastovu og má tí flyta frá stovu til stovu. Tann eini 9. flokkurin húsast í støddfrøðihølinum, eitt hølið ið annars var ætlað til at lyfta tað støddfrøðiliga støðið hjá næmingum í framhaldsdeildini. Er tað OK at fylla næmingar inn, tí soleiðis hevur tað altíð verið og fyri hvønn er tað OK? Bara tí tað altíð hevur verið so við næmingum frá Sankta Frans, so er tað ikki við vissu, at tað hóskar seg longur!

Nú eg havi nevnt Kommunuskúlan, so er kanska vert at nevna, at Kommunuskúlin á sinni hevði 2 spor, tað vil siga tveir flokkar í hvørjum árgangi, tað sama hevði Venjingarskúlin. At tað so í 2013 politiskt verður avgjørt at Skúlin á Fløtum, ið er ein samanlegging av teimum báðum skúlunum, verður bygdur við einans trimum sporum í yngstu- og miðdeild og við fimm sporum í elstu deild, vísir seg í dag at verða óheppið. Afturat tí hevur tað og er tað stórur fólkavøkstur í Tórshavnar kommunu, har tað millum annað í vesturbýnum komin nógv børn og tí eisini komandi skúlabørn, so óansæð, um tað koma børn frá Sankta Frans ella ikki, so er skúlin á Fløtum longu fullur fleiri ár fram.

Í hesum samanhangi kann eg nevna at næmingar, ið ganga í skúlanum á Velbastað, eru sum siðvenja tey síðstu árini farnir í Eysturskúlan aftaná 7. flokk og samstarv er millum báðar skúlarnar. Um vit tosa um at flyta til nærmast liggjandi skúla eftir 7. flokk, so er Eysturskulin so ikki tann rætti.

Sum heilsufrøðingur í skúlanum á Fløtum havi eg regluliga prát við næmingar. Eitt, sum fyllir nógv hjá næmingum er at hoyra til, at tey kenna seg aftur og trívast í vinarbólkum og kunnu hvíla í sær sjálvum. Hetta kemur kanska serliga til sjóndar í teimum eldru flokkunum. Ein týdningarmikil liður í hesum er eisini at børnini føla seg heima inni í skúlanum, at tey hava eitt stað, ið tey kunnu kalla teirra. Men við einum flokki, ið ikki “eigur” egna stovu, so er sannlíkt at hesi børn kunnu hava verri við at fella til vegna øll skiftini gjøgnum dagin og vikuna og tískil kanska trívast verri.

Vit minnast óivað øll frá okkara egnu skúlatíð, hvussu tað var at pynta stovuna til serligar løtur og árstíðir og eins egna pláss í skúlastovuni gav tryggleika. Sum heilsufrøðingur møti eg eisini næmingum, ið eru komnir í skúlan á Fløtum í 8. flokki, og sum hava havt trupult við at fella til í nýggjum skúla og flokki og um hugsað verður um hendan flytiflokkin, so vil tað ikki gera støðuna lættari fyri næmingin.

Avgerðin at hava 4 flokkar, tað vil siga at lata 96 børn byrja í 1. flokki skúlaárið 21/22 gongur í løtuni, men so skjótt hesi børn koma í fjórða flokk, so fer tað at bíta okkum aftur í halan, tí tá hava vit ikki hølir nokk. Skúlin er nevniliga deildur upp í oyggjar við trimum skúlastovum til hvønn árgang – livst so spyrst.

Lat tó ongan iva verða um, at eg haldi tað er ein sera óheppin støða, sum er íkomin hjá 7. floks næmingum í Sankta Frans skúla, nú bert 8 mánaðir eru til, tey skulu í 8. flokk, og eri eg skiljandi um tær reaktiónir, ið eru komnar frá bæði skúlastýri og foreldrum. Tí er tað nakað, ið eitt foreldur ynskir fyri sítt skúlabarn, so er tað tryggleiki, trivnaður og menning.

Men nú avgerðin er tikin um at næmingar í Sankta Frans frá 8. flokki skulu til Eysturskúlan heldur enn til skúlan á Fløtum, so er tað týdningarmikið at tey verða loftað uppá ein góðan máta. Børn hava nógv lættari við at tilpassa seg enn vit vaksnu, men tey eru meira enn 100 % loyal yvirfyri foreldrum og er tað tí eyðsæð týdningarmikið, at prátið um júst hesa støðuna verður hildið á ein so góðan og sakligan hátt sum møguligt. Børnini kunnu lætt fáa eina skeiva mynd av Eysturskúlanum mótvegis skúlanum á Fløtum. Eysturskúlin er mær vitandi ein góður skúli og flest øll børn har trívast og mennast, sum tey skulu.

Men kanska kommunan, ístaðin fyri at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum skúlaárið 22/23, heldur átti at sett inn við miðlum fyri at lyfta tilboðið hjá framhaldsdeildini har – tað hevði gjørt mun beina veg.

Nakað heilt annað so er vegurin fram kanska at skúlarnir báðir Eysturskúlin og Sankta Frans verða lagdir saman til ein skúla við heilt nýggjari staðseting. Kanska við eini ítrottarbreyt ella kanska eini listabreyt – møguleikarnar eru nógvir. Hetta vil so í framtíðini geva pláss fyri einum dagstovni, eldrasambýli, lestararíbúðum ella onkrum heilt øðrum í miðbýnum og eysturbýnum.

Í seinastuni hava tað í fjølmiðlunum og á socialum miðlum verið nógvar reaktiónir frá heilt nógvum fólki um avgerðina, at børn frá Sankta Frans ikki longur skulu í skúlan á Fløtum. Nógv viðmerkja eitt nú serflokkar og í nógvum førum úttala fólk seg, uttan heilt at vita, hvat ein serflokkur er og hvat tað inniber mótvegis t.d. einum tilboðið á skúlanum fyri børn, ið ikki megna ein heilt vanligan gerandisdag í skúla men heldur ikki hoyra heima í einum serflokki.

Avgerðin er í síðsta enda politisk og tað er hon eisini viðvíkjandi spurninginum um nú forskúli er vegurin fram ella um vit í Tórshavnar kommunu í framtíðini skulu betra um tilboðið hjá teimum 6 ára gomlu. Sum heilsufrøðingur og motorikvegleiðari meti eg og vil eg eggja til, at børn skulu verða uttanfyri skúlans ofta fýrakantaðu formar so leingi til ber og tey skulu haldast langt burturi frá at sita á einum stóli. Eitt er tann kropsliga menningin, ið er sera týdningarmikil fyri barnsins trivna og menning gjøgnum alt lívið, men somuleiðis eru tað færri vaksin um tey 6 ára gomlu børnini, tá tey fara í forskúla í mun til tey 6 ár gomlu, ið halda fram á dagstovni – og tann sparingin í starvsfólki er ikki fyri barnsins besta. Men nú var tað ikki tað økið, ið var í fokus hesuferð.

Sára Gullfoss