Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fugloyingar fyri vanbýti

2020-09-02 09:14

Sambært upplýsingar á heimasíðuni hjá SSL verður vetrarhálvan lýst soleiðis, at bert ferðandi til Svínoyar hava møguleikan fyri at brúka tilkalling túrin kl. 18:30 og ikki Fugloyingar.

Hetta kann als ikki góðtakast og vilja vit sjálvandi hava, at hetta umfatar Fugloynna eisini, soleiðis tað er møguligt at ferðast aftur og fram til Fugloynna hendan túrin eisini.

Fleiri verkætlanir eru ígongd, sum krevja gott ferðasamband áðrenn veturin fótar sær, og tíðskil er tað umráðandi at hava henda møguleikan ístaðin fyri at gera verri.

Eisini tykist tað ikki sørt margháttligt, tá hugsa verður um, at Fugloyar kommuna hevur nýtt fleiri hundrað túsund til at betra um ljósviðurskiftini til lendingarnar – nevniliga fyri at tryggja flutning vetrarhálvuna eisini.

Annars haldi eg at tíðin er komin til at endurskoða fyrisitingina av farleiðunum, serliga oyggjaleiðunum í Norðoyggjum, tí tað kemur alt ov ofta fyri, at fatanin av at reka eina nøktandi farleið til Fugloynna og Kalsoynna, vantar ella er ikki til staðar.

Eg vil staðiliga heita á avvarandi mynduleika um at fáa hesa rætting framda beinanvegin, tað vil siga, at Fugloyingar fáa møguleikan til at nýta tilkalling kl. 18:30 fram til 30.09.2020 á leið 58.

Símun Gullaksen