Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Frumskógur og alilaksur

2019-08-29 16:00

Ingilín Didriksen Strøm umrøður í grein náttúru- og umhvørvismál, og vísir til syndarligu støðuna við frumskóginum í Amazonas.

Ikki tí serstakan áhugi er at viðmerkja til skriv frá valevnum, men stundum kann tað kennast neyðugt. Ingilín hevur partvís grein í sínum sjónarmiðum, men kemur ikki inn á evnið hví frumskógurin í Brasil verður høgdur niður, sum gjørt er í nógv ár, og nú verður brendur av - við meira og minni beráddum huga. Har frumskógur hvørvur verða soya gróðursett. Ikki vistfrøðilig framleiðsla á nakran hátt, men GMO soya har ein long røð av pesticidum verða brúkt, og til alstóran heilsuskaða á bæði arbeiðsfólk, umhvørvið - djór og villini gróður - og fólk, ið búgva kringum.

Ingilín veit allarhelst at lokal og smærri landbúnaðarframleiðsla er tvangsflutt, jørðin ognartikin og selda multinationalum fyritøkum, ið vilja tjena pening á m.a. skjóttvaksandi soya.
Og hvør keypir so hetta eiturfongda soya? Jú, tað ger landbúnaður í m.a. Europa til fóður til neyt, svín og flogfenað. Og havbúnaður - alivinnan - í Noreg, Skotlandi, Írlandi og í Føroyum.
Ingilín umrøður at heimsins leiðarar mótmæla avbrenning av frumskógini, og hótta við tiltøkum móti Brasil. Og Føroyar eiga eisini at luttaka í slíkum tiltøkum, skrivar Ingilín.
Hvat sigur so Ingilín og Javnaðarflokkurin til at føroysk alivinna - føroyski búskapurin - fyri stóran part er grundaður á niðurhøgging av frumskógi í Brasil?

Eini 10.000 tons av innfluttum GMO soya frá niðurhøgdari frumskóg til føroyska alivinnu, og har smábøndir hava mist sínar landbúnaðarteigar og lokalu íbúgvar eru fyri grovasta heilsuskaðiliga ágangi við alskyns pesticidum frá landbúnaðinum. Hvar eru nú ST-heimsmálini um burðardygga menning? Alivinnan, kanska mest Bakkafrost, er støðugt frammi og bedýrar hvussu burðardygg framleiðslan er, og kann tað tí verða væl uppá sítt pláss at Ingilín og Javnaðarflokkurin melda klárt út, um tey taka undir við at alivinnan er burðardygg, soleiðis sum hon verður rikin. Eiturfongt soya, raps og hveiti, afturat at firðir og sund verða køvd í skarni og fóðurleidum, og at tað enn verða brúkt túsund tons av Hydrogenperoxyd, afturat at pelagiska vinnan niðurfiskar stovnar her á leiðum, og annars við vesturstrond Afrika og Suðuramerika, verður rættuliga trupult - fyri ikki at siga hopisleyst - at grundgeva sum verandi burðardygg vinna.
Eg meti Ingilín og Javnaðarflokkurin ikki gera sær greitt, at alivinnan IKKI er burðardygg, men miðvíst roynir at propagandera fyri framhaldandi grovari gagnnýtsklu og misnýtslu av jaðarinnar varandi tilfeingi, og samstundis lata hánt um havumhvørvisdálking frá alivinnuni - ið ætlandi skal flytast út á opið hav....fyri at minka um dálkingina á firðunum, - kanska fyri at eingin sær og tí ikki fær ilt av dálking langt frá landi.
Flatmaðkur og innfluttar fremmandar plantur er ikki gott nokk. Men hvat hevur Javnaðarflokkurin so gjørt fyri at forða hesum farnu nógvu árini...eisini í landsins leiðslu?
Eingin almennur stovnur ella ráðharri hevur enn kunna svara spurninginum hvar árligur innfluttningur av uml. 13 tonsum av Formaldehyde verður brúktur og hvussu evnið verður burturbeint. Frá 2010 hava vit innflutt 130 tons av mest antibakteriella evninum á marknaðinum - og alivinnan tosar støðugt um hvussu burðardygg vinnan er og at hon als ikki nýtir antibiotika.....
Náturufriðingarlóg, umhvørvislóg, havumhvørvislóg, lóg um lívfrøðiligt margfeldni o.s.v.....hevur verið í hondum Javnaðarflokksins farnu 4 árini, og fleiri enn tað, - og EINKI sæst av nøkrum til at tryggja móti náttúru- og umhvørvisoyðing,  og at hesar lógir verða hildnar.
Ikki tí...roknast kann á ongan hátt við at aðrir flokkar taka hvørki náttúru- og umhvørvislóggávu, enn minn ST-heimsmálini um burðardygd í størri álvara enn at misnýta hesi til valagn.

Kári Thomsen