Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 23 ára gomul, og eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

Framtíðin er okkara - valið er títt

2019-05-30 14:34

Seinastu dagarnir hava ávísir flokkar næstan kappast um, hvør er best at fella sína egnu hugsjón. Hesir somu flokkar brúka ómetaliga nógva tíð uppá hvat Tjóðveldi ger, og hvat Tjóðveldi ikki ger.

Fyri meg er hugsjónin grundin undir politikkinum, ið eg ynski eg føra. Tjóðveldi fer uppá væl við at føroyski sjálvsavgerðarrætturin skal fráboðast ST. Føroyski sjálvsavgerðarrætturin er ein grundleggjandi hornasteinur í hugsjón Tjóðveldis. Hetta er hugsjónin um, at føroyska fólkið eigur alt vald í Føroyum og harvið rættin at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð. Hesa hugsjón taka vit sjálvandi við okkum á Fólkating. Um sjálvsavgerðarrætturin ikki verður staðfestur, so liggur evsta valdið til framtíð Føroya í Fólkatinginum. Hetta eiga vit ikki at góðtaka.

Tjóðveldi førur politikk fyri alla tjóðina, bæði á Løgtingi og á Fólkatingi. Tjóðveldi ynskir samstarv við allan heimin, og ein fortreyt fyri hesum er, at vit sjálvi kunnu gera av, hvat samstarv við ynskja okkum. Tað kunnu vit ikki í løtuni, tí at Danmark tvíheldur um, at tað er bert danska stjórnin, sum hevur rætt at føra uttanríkispolitikk. Heiligvágurin er uppfunnin, og hann eigur loysing!

Ein atkvøða til Tjóðveldi er tí ein atkvøða til, at einans Føroya fólk eigur avgerðina um Føroya framtíð. Ein atkvøða til Tjóðveldi er ein atkvøða til áhaldandi stríð fyri, at alt vald kemur heim á føroyskar hendur. Ein atkvøða til Tjóðveldi er ein atkvøða um, at Føroya fólk í næstum tekur avgerð um at skipa sjálvstøðuga føroyska statin. Tá kunnu vit á jøvnum føti við aðrar statir samstarva um betri handilsavtalur, samstarva í altjóða felagsskapum og samstarva um eina grøna framtíð, har vit hava virðing fyri náttúruni og framtíðini hjá okkum og komandi ættarliðið.

Setrið krossin við Tjóðveldi 5. juni. X við E!

Hervør Pálsdóttir
Fólkatingsvalevni Tjóðveldis