Framtíðarætlanir fyri Suðuroynna

2019-02-20 12:39

Seinastu árini hevur tað gingið væl í Føroyum - óvanliga væl! Okur hava havt metstóran fólkavøkstur, metstóra framleiðslu, metlágt arbeiðsloysi og metstór yvirskot. Men góða gongdin sæst tíverri ikki nóg væl aftur í øllum pørtum av landinum. 

Serliga Suðuroyggin er í eini serstøðu, og tí mugu okur leggja ætlanir fyri økið, soleiðis at tað verður lyft upp á sama støði sum restin av landinum. 

Í Javnaðarflokkinum vilja okur minka gjáirnar millum støð og stættir, og tað vilja okur gera í felag. Allur flokkurin vil standa saman um at fáa øll við. Tí fara okur 9. mars at hava ein arbeiðsdag og ein limafund, har vit viðgera støðuna í oynni.  

Tað verður spennandi og avbjóðandi komandi dagarnar, nú okur fara at fyrireika okkum til arbeiðsdagin. Tá dagurin er av, hava okur vónandi fingið eina greiðari fatan av, hvat skal til fyri at venda gongdini í oynni, soleiðis at flokkurin í felag kann fara undir at gera eina ætlan, sum øll standa aftanfyri. Feløgini her suðuri eru dystin fús, og okur vóna, at limir okra eisini eru klárir at siga sína hugsan, og seta síni fingramerki á framtíðarætlanir fyri oynna.


Allir limir eru vælkomnir í Miðnámsskúlan í Suðuroy 9. mars kl. 19. Okur síggjast! 


Jens Arni Leo Hammerfoss, Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag