Framtíðar orkupolitikkur

2012-10-22 03:39

Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna miðvíst arbeitt við at minka um orkunýtsluna í kommununi. Allir kommunalu bygningarnir eru skrásettir, soleiðis at vit kenna orkubrúkið og í hvørjum standi bygningarnir eru í. Skrásetingin av bygningunum er grundarlagið undir eini miðvísari arbeiðsælan, um hvussu bygningar skulu betrast, soleiðis at teir brúka sum minst av okru.


Fleiri umvælingar eru framdar fyri at minka um orkubrúkið. Millum annað eru fleiri ketlar skiftir til minni orkukrevjandi ketlar, rútar skiftir um við orkurútar og onkur ventilatión er skift út. Hetta eru alt smærri broytingar, sum spara fitt av peningi og gevur minni útlát av CO2.

Við støði í orkukanningini hevur býráðið sett ein arbeiðsbólk, at orða kommunala orkupolitikkin.

Gøtuljósini eru millum stórstu orkubrúkarum í kommununi. Seinastu árini hava vit spart munandi orku uppá gøtuljósini. Hetta tí vit hava skift 16 av teimum umleið 105 stýringunum av gøtuljósunum út við minni orkukrevjandi stýringar og skift til LED perur. Skiftið til LED hevur minka munandi um orkubrúkið hjá gøtuljósunum. Tí hava vit sett komandi ár til at skifta stýringar og perur á gøtuljósunum út enn fleiri støð, soleiðis at øll gøtuljósini í kommununi koma at brúka nógv minni orku.

Boðanesheimið, sum letur upp um fáar dagar, verður hita við sjóðarhita. Hetta er fyrsta roynd við sjóðarhita í Tórshavnar kommunu. Ætlandi skal Müllerspakkús somuleiðis leggja um til sjóðarhita. Um tað gongur væl við sjóðarhitanum, so hava vit enn eina varandi orkukeldu, sum vit sjálvsagt eiga at útbyggja.

Tá vit longu hava eina skipan til sjóhita Yviri við Strond er upplagt, at vit útbyggja sjóðarhitan í tí økinum, soleiðis at húskini har úti fáa møguleika at leggja um til varandi orku. Somuleiðis at Tórsbyrgi, Lágargarður, Vardar íbúðir og aðrar íbúðir, hús og onnur á Boðaneshamrinum kunna leggja um og brúka sjóðarhitan.

Tórshavnar kommuna arbeiðir við varandi orku á fleiri økjum enn teimum nevndu. Onnur í kommununi arbeiða eisini við øðrum varandi orkukeldum, eitt nú Nólsoyar Orkufelag og Fjarhitafelagið. Tað fari eg at venda aftur til seinni.

Elin Lindenskov
Býráðslimur