Framhaldsdeild í Sankta Frans skúla og íbúðir í Kommunuskúlan

2012-09-12 02:48

 Lat okkum gera íbúðir í Kommunuskúlan og víðka Sankta Frans skúla til 8. og 9. flokk 

Tað gerst meira og meira greitt, at kommunuskúlin ikki aftur verður skúli, nú hann er afturlatin vegna soppavøkstur. Arbeiðsbólkur, umboðandi m.a. skúlastýrini í kommununi, mæla beinleiðis frá, at kommunuskúlin aftur verður fólkaskúli.

Um so verður, er eingin framhaldsdeild í miðbýðnum - eingin 8. og eingin 9. flokkur - og vil tað verða ein stórur missur og saknur fyri foreldur og umhvørvið.

Sankta Frans skúli er ein vælvirkandi skúli, har næmingar kunnu ganga til 7. flokk, men mugu skifta skúla, tá teir skulu í framhaldsdeild. Foreldur, næmingar og lærarar ynskja, at Sankta Frans skúli kundi havt framhaldsdeild, so hesir næmingar, fingu sama tilboð, sum hinir kommunalu skúlarnir kunnu veita.

Ein lítil íløga skal til, so kann Fanta Frans skúli verða tvíflokkaður - frá forskúla til 9.flokk - og harvið verða skúlin í miðbýnum.

Kommunuskúlin, ið er ein býarmynd, er ein ógvuliga stórur bygningur, og vildi tað verið synd, at rivið hann niður.

Eitt skitssuprosjekt er gjørt, har nógvar smærri íbúðir, eru gjørdar í skúlanum.

Íbúðirnar eru snøggar og sera væl egnaðar til bæði ung og gomul. Parkeringskjallari er teknaður at verða í skúlagaðinum, við vøkrum fríøki omaná, sum verður ein opin geiri oman í Grasagarð.

Vakra aulan, ið er skrídd við málningum av Williami Heinesen, verður varðveitt, við inngongd móti Sjónleikarahúsinum.

Skitsuprosjektið, har kommunuskúlin verður gjørdur til bústaðir, er eitt vælaverk, sum kann verða við til at fáa lív aftur í miðbýðin.

Lat okkum gera íbúðir í Kommunuskúlan og víðka Sankta Frans skúla til at kunna hava 8. og 9. flokk.

Jan Christiansen, býráðslimur