Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Frælsi frá sentralisering

2019-06-06 10:00

Fyri okkum í Føroyaflokkinum er tað týdningarmikið, at vit fáa boðskapin út um búskap, hvat búskapur er, og hvat tað merkir í mun til hvat vanlig uppfatan er.

Búskaparfrøði er ikki ein náttúruvísindi

Búskapur hevur við fólk at gera, tí kann tað ikki vera ein vísund sum til dømis støddfrøði ella alisfrøði. Av tí at virði er subjektivt fyri hvørt einstakt menniskja, finnast tað ikki nakrir konstantar, sum búskaparfrøðingar kunnu gera støddfrøðilig modellir út frá. Búskapur er ikki mekaniskur - búskapur er menniskjur, og um ein ikki skilir menniskjur, ber ikki til at skilja búskap.

Búskapur er grundleggjandi, at tveir persónar gera ein handil. Eg eigi fimm krov, og tú eigur hundrað greipur av røstum fiski. Báðir partar halda tað vera eitt gott hugskot at gera ein handil. Tú fært eitt gott krov frá mær, og eg fái tjúgu greipur. Hesin handil verður sæddur sum ein vinningur fyri báðar partar - tí fyri mær er fiskurin meira verdur enn tað eina krovið, og fyri teg er krovið vert meira enn fiskurin, sum tú mátti av við.

Og tað, sum vit vita um menniskjur, er, at vit ikki kunnu skilja menniskjur, tí eingin er eins. Tað er ómøguligt at vita, hvat hvørt einstakt menniskja virðismetir.

At virði er subjektivt, merkir, at hvør einstakur av okkum persónliga ásetir, hvat fyri virði ting hava, og hvat vit vilja geva fyri tey. T.d. dámar mær væl kaffi - so eg gevi fegin 20 kr fyri ein kopp av kaffi á bensinstøðini, tá ið eg koyri ein longri biltúr. Men fyri onkran annan kann støðan vera ein heilt onnur. Viðkomandi dámar væl kaffi, men ikki so væl, at viðkomandi er sinnaður at rinda 20 kr fyri koppin. Kanska hon ella hann drekkur bara kaffi heima. Onkur heilt triðji dámar kanska slett ikki kaffi, og keypir ein kop av te í staðin, og hevði ikki givið eitt oyra fyri ein kopp av kaffi. Virði er ikki í tingum, virði er persónligt og kann ikki mátast vísindaliga.

Tí ber ikki til at planleggja búskapin

Av tí at virði er subjektivt, ber tað ikki til at planleggja búskapin og fáa eitt rationelt úrslit. Her renna vit okkum í risastórar trupulleikar, tí nú eru prísirnir og príssignalini vekk. Planleggjarin má nú onkurvegna gita seg fram til, hvat prísurin skal verða og duga at finna útav, hvat útboðið skal verða.

Lat okkum til dømis taka fisk. Fiskur kann nýtast til nógv endamál. Vit selja fisk og fiskavørur bæði heima og uttanlanda, til mannaføði og til onnur brúk. Uppá eitt og hvørt tíðspunkt kunnu vit taka eina løtumynd av øllum - hvar fiskurin verður seldur beint nú og til hvønn prís.

Um fiskakvoturnar vórðu allar tiknar inn frá verandi rættindarahavarum, og landið setti sær fyri at optimera fiskivinnuna við at stýra henni frá einari skrivstovu úr tinganesi, ímynda tær so tí simplu uppgávuna at selja fiska á heimamarknaðinum.

Nú skal planleggjarin í gongd við at finna útav hvussu nógvir útróðrarbátar skulu brúkast, og hvussu nógv teir skulu fiska. Ein má sjálvandi eisini vita, hvat fyri fisk føroyingar eta, hvussu nógv av toski, hýsu, havtasku, longu, steinbíta o.s.fr. Og so má planleggjarin eisini finna útav hvussu nógv av hesum skal vera feskt, ræstur fiskur, gerast til fiskafrikadellur, skerast í stykkir, flak, óviðgjørt o.s.v. Alt hetta skal harafturat hava ein prís.

Fyrr var tað útboð og eftirspurningur, sum avgjørdi, hvat prísurin skuldi verða. Men nú er prísurin vekk, og tí má planleggjarin sjálvur meta um. Planleggjarin má vita, um prísurin á olju fer upp, og um prísurin á agni fer upp, so má prísurin á vøruni upp - ella verður eitt stórt undirskot. Planleggjarin má eisini vita, hvat fólk vilja hava, tí hann kann koma til at biðja um alt ov nógv ella alt ov lítið av onkrari vøru. T.d. um fiskur hópar seg í goymsluni, so gevast útróðrarmenninir ikki at fiska, tí fyri teir er tað eftirspurningur, inntil planleggjarin sigur frá, at tað ikki er.

Ímynda tær so, at landið átók sær ta uppgávu at geva øllum 51000 føroyingum at eta, við øllum okkara krøvum um hvat fyri mat, hvør einstakur vil hava, hvussu maturin er gjørdur, hvussu nógv og nær man ætlar sær at eta. Ein ómøgulig uppgáva. Og tó, tað hendir alíkavæl hvønn dag í árinum, uttan íhald og uttan eina plan úr tinganesi!

Men framvegis vilja tey ikki viðurkenna, at tann besti mátin at lata búskapin koyra, er við at lata føroyingar sjálvar taka dagligu avgerðirnar. Tað er so ómetaliga lætt at nýta bíligan retorikk um “rættvísi” og “javnstøðu” fyri at koma til valdið. Vit sleppa ikki uttanum ta sannroynd, at retorikkur vigar meira enn fakta.

Grundreglan í búskapi er avmarkingar. Tað er ongantíð nokk til av nøkrum til at gera øll nøgd. Grundreglan í politikki hinvegin, er at gloyma alt um grundregluna í búskapi.

Og so eru vit aftur við byrjanini: Hvør er best førur fyri at taka avgerðir? Ein flokkur av politikarum við egnum áhugamálum og ongari ábyrgd, ella 51000 føroyingar, sum hvør við sínum fortreytum royna at taka ta skilabestu avgerðina? Fyri einstaklingin hava avgerðir nevniliga ábyrgd.

Nótabúskapurin

Ímynda tær eina nót, har træðrir og knútapunktir ganga í allar ættir. Togar ella trýstir tú á eitt knútapunkt, so flytir øll nótin seg. Tað er tað sama við búskapinum - allur búskapurin hongur saman í eini eind, og ein og hvør broyting eitt stað, hevur ávirkan um alla nótina. Um politikarar til dømis velja at nýta pengar til at byggja eitt hús fyri eina milliard, so er tað akkurát ein milliard minni at gera gott við aðrastaðni í búskapinum.

Hvønn dag hoyra vit politikarar siga, hvussu teir halda seg síggja trupulleikar, sum “samfelagið” eigur at loysa. Loysnin uppá trupulleikan ljóðar altíð, at bólkur A skal rinda fyri bólk B, og so verður trupulleikin loystur.

Nærum altíð verður farið eftir einum bólki og bara stuttíðarloysnum. Sjálvdan hugsa politikarar um, hvat ávirkanin verður fyri allar bólkar - bæði uppá stutt og longri sikt. Politikarar hugsa bara 4 ár fram og blunka ikki við at skriva stórar rokningar uppá okkara eftirkomarar.

So tú kanst ímynda tær, hvat arbeiðið hjá Løgtinginum er. Tey standa øll í kø fyri at gjøgnumføra uppskot, ið rista og ruska ein part av nótini, uttan at hava skil fyri, hvørja ávirkan tað hevur á alla nótina.

-hjalmar zachariassen

Keldur

Henry Hazlitt - Economics in one lesson
Ludwig Von Mises - Human Action
https://www.youtube.com/watch?v=h3gwyHNo7MI

06.06.2019 - Frælsi frá sentralisering

17.05.2019 - Grøn orka

21.03.2019 - Vinstra ella høgra?

14.03.2019 - Fólksins ogn

01.03.2019 - Leiguloft ella tak yvir høvdið?

23.02.2019 - Krossferðin ímóti kannabis

18.02.2019 - Meðan vit bíða eftir nývali

09.02.2019 - Frælsi frá kúgan

03.02.2019 - Frælsi frá at rinda kringvarpsgjald

30.01.2019 - Búskapur

19.12.2018 - Tjóðveldis-ravnarnir

08.12.2018 - Kleptoman-landskassi

27.11.2018 - “Tey ríku” og “tey fátæku”

26.11.2018 - Vitanartrupulleikin

11.11.2018 - Visiónin hjá teimun salvaðu